Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 154

VARMI OG ORKA
152
Tað er ikki lukkuligt at skálda seg av
dampinum úr einum ketli, tí dampurin er
100°C, og varmaorkan í honum er stór.
Varmaorka goymd í dampi
Tá ið hitin í vatni er komin upp á 100°C, veksur
hitin ikki meira, hóast vit verma longur, tá kókar
vatnið og verður til damp, sum eisini er 100°C.
Vit nevndu nakað um hetta í
Alisfrøði og evna-
frøði 1
. Sum hitin í vatninum veksur, verða mýl-
rørslurnar í løgnum so ógvusligar, at nøkur mýl
rýma úr løgnum. Meðan vatnið kókar, er neyðugt
alla tíðina at lata tí varma, annars missir tað kókið.
Hesin varmin verður brúktur til at gera damp.
Varmaorkan verður goymd í dampinum, sum vit
aftur kunnu brúka at verma onnur evni. Tað fara
vit nú at kanna gjøllari.
Felagsroynd. Orka í vatndampi
Vit stoyta 50 mL av køldum vatni í hvørt sítt 100
mL máliglas. So seta vit eitt termometur í annað
glasið at mála hitan í vatninum.
Vit fylla eina 250 mL kolbu – við rundum botni –
hálva av vatni og verma vatnið, til tað fer at kóka.
5 mL av kókandi vatni verða varisliga stoyttir í
annað máliglasið, og rørt verður væl við termo-
metrinum.
Hitavøksturin verður lisin og úrslitið skrivað á talv-
una.
So seta vit gummipropp við glasrøri og slangu í
kolbuna og verma kolbuna, so vatnið fer upp aftur
1...,144,145,146,147,148,149,150,151,152,153 155,156,157,158,159,160,161,162,163,164,...222
Powered by FlippingBook