Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 158

VARMI OG ORKA
156
Hong nú eina stálkúlu við tvørmálinum 2 cm í
endan á magnetini og lat tráðin vera so langan, at
kúlan júst er leys av borðinum. Vit hugsa okkum,
at kúlan er eitt oxygen-atom, sum kol-atomið
hevur bundið seg at.
Tak nú kúluna av magnetini og halt henni stillari
nakað burtur frá magnetini, so atdrátturin merk-
ist.
Sleppa vit kúluni, verður hon drigin at magnetini,
og bæði magnet og kúla fara at sveiggja.
Av tí at bæði »kol-atom« og »oxygen-atom« upp-
runaliga vóru still, skilja vit, at atdrátturin hevur
vaksið mýlorkuna.
Tá ið løgur dampar burtur, skræða tey
skjótastu mýlini seg leys úr løgnum. Tí
minkar miðalferðin á mýlunum, sum eftir
eru, t.e., tey kólna.
Hví kólnar ein løgur, sum dampar
burtur
Vit hava nevnt, hvussu acetone og spritt kólna, tá
ið tey dampa burtur. Tað kunnu vit eisini greina við
mýlrørslum.
Mýlini glíða darrandi runt í løgnum. Tey stoyta
saman við øðrum mýlum og fáa í samanstoyt-
unum stundum minni ferð, stundum meiri ferð.
Ímillum mýlini virkar alla tíðina ein atdragandi
kraft, sum heldur løgnum saman.
Í yvirflatanum á løgnum fáa nøkur mýl so nógva
ferð, at tey vinna á atdráttinum frá hinum mýl-
unum og sleppa burtur. Hetta er tað, sum hendir,
tá ið løgurin verður til damp.
Bara tey skjótastu mýlini megna at skræða seg
burtur úr løgnum. Tí verður miðalferðin á mýl-
unum – sum eftir eru – minni; t.e., løgurin kólnar,
tí miðalferðin er eitt mál fyri hitan.
Dampur
Løgur
1...,148,149,150,151,152,153,154,155,156,157 159,160,161,162,163,164,165,166,167,168,...222
Powered by FlippingBook