Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 157

VARMI OG ORKA
155
Varmaorka og mýlrørsla
Hægri hitin er í einum evni, størri er varmaorkan
í evninum.
Tá ið tvey evni, sum ikki hava sama hitan, nerta
hvørt annað, verður varmaorka flutt
frá tí heitara
til tað kaldara
. Tað fer fram á tann hátt, at heit og
skjót mýl stoyta saman við køldum og seinum
mýlum. Í stoytunum verður orka flutt frá heitu
mýlunum til køldu mýlini. Tey skjótu mýlini missa
ferð, og tey seinu fáa meiri ferð; soleiðis verður
hitin javnaður, til bæði evnini eru líka heit.
Tað ber eisini til at vaksa hitan í einum evni, sum
ikki hevur samband við eitt heitari evni. Hugsa
bara um tað, sum hendir, tá ið tú gníggjar hendur-
nar saman.
Tú kanst eisini bera hetta saman við eina reiggju.
Verður í smáum koyrt undir tann, sum situr í
reiggjuni, verður orkan í sveiggj-
unum størri og størri.
Tá ið vit gníggja hendurnar
saman, verða mýlsveiggini á
sama hátt størri og størri.
Gev mær nú meiri
sveiggiorku!
Hví veksur hitin, tá ið eitt evni brennur
Vit hava fyrr sæð, at hitin veksur, tá ið eitt evni
brennur. Hvussu man tað bera til? Evnafrøðiliga
hendir jú bara tað, at nøkur atom renna saman og
gera nýggj mýl.
Tá ið vit t.d. brenna kol, tekur hvørt kol-atom tvey
oxygen-atom, og vit fáa koldioxid.
Tað, at kol-atomini taka oxygen-atomini, fær at
vísa seg hitan at vaksa. Hetta er tekin um, at mýl-
orkan er vaksin.
Evnabinding ímillum kol og oxygen í brenning:
C + O
2
CO
2
Vit kunnu kanna hetta gjøllari, heingja vit eina
magnet upp í eitt stativ, sí myndina. Magnetin
kann sveiggja frítt einar 2 cm yvir borðinum. Vit
hugsa okkum, at magnetin er eitt atom í einum
kolapetti.
Ein magnet verður hongd upp eftir enda í
eitt stativ. Magnetin ímyndar eitt kol-atom.
1...,147,148,149,150,151,152,153,154,155,156 158,159,160,161,162,163,164,165,166,167,...222
Powered by FlippingBook