Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 147

Brennistøðin á Hjalla, sum
er bundin í fjarhitaskipanina í
Havn, brendi í 2001 rusk í 7684 tímar
av teimum 8766 tímunum, sum eru í einum
ári. Tá ið brennistøðin ikki brendi, fekk Fjarhitafelagið
orkuna til vega við at brenna reinsaða spillolju. Brennistøðin sjálv
brúkar bara olju til at kyka við, og eru hetta ógvuliga smáar nøgdir.
FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
145
Tórshavnar kommuna hevur stórar útstykkingar-
ætlanir í Hoyvíkshaganum, so felagið fer um nøkur
ár at hava nógv fleiri viðskiftafólk, og tá fer at
verða neyðugt at binda Sundsverkið í skipanina.
Fyri at spara útreiðslur til rørlegging verða rørini
løgd, tá ið vegirnir verða gjørdir. Rørini, sum eru
væl bjálvað, eru ætlað at halda í minsta lagi 30 ár.
Fyrimunurin við fjarhita er sjálvandi, at brúkarin
sleppur undan at hava egnan oljufýr. Ein annar
fyrimunur er, at brúkarin fær gagn av orku, sum
annars fer til spillis. Somuleiðis slepst undan dálk-
ingini frá oljufýrunum í íbúðarøkjunum. Teir stóru
ketlarnir hjá Fjarhitafelagnum verða væl pass-
aðir, so teir alla tíðina brenna oljuna á besta hátt.
Tá ið elverkið á Sundi einaferð verður bundið í
fjarhitaskipanina, fer tað at lata brúkarunum bæði
el og varma. Slík verk verða nevnd
kraftvarma-
verk
. Tey eru vanlig í øðrum londum.
El-varmi er eitt annað slag av fjarhita, men hann
hevur ikki stóran týdning hjá okkum. Onkur
summarhús hava kanska elvarma. Tað er so
ómakaleyst at brúka elvarma. Tú setur eitt stikk
frá einum elektriskum ovni í stikkkontaktina og
tendrar. Varmin kemur úr einum gløðitráði í ovn-
inum.
Hóast elvarmin er lættur at brúka, og einki sæst
til dálking, so dálkar hann kortini. Elorkan til ovn-
in og onnur elektrisk tól kemur frá einum elverki,
sum helst brúkar olju. Nakað verður tó brúkt av
vatnorku í Føroyum og eitt vet av vindorku.
Elvarmin er nakað dýrari enn annar varmi. Tað
er, tí eitt oljurikið elverk megnar bara at gera eini
40% av orkuni, sum er tøk í oljuni, um til elorku.
Tey 60% fara fyri skeytið.
Í nútíðar kraftvarma-verkum ber til at fáa
nyttustigið heilt upp í 95% av frígjørdu orkuni.
Elovnurin verður tendraður.
Olja
Brennistøð
Brúkari
1...,137,138,139,140,141,142,143,144,145,146 148,149,150,151,152,153,154,155,156,157,...222
Powered by FlippingBook