Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 144

FRÁ BÁLI TIL FJARHITA
142
Í næstu felagsroynd vísa vit, hvussu væl egnað
vatnið er at flyta varmaorku. Vit fara at vísa, at
tað ber til at kóka vatn í einari pappírsgrýtu.
Felagsroynd. Ein pappírsgrýta
Vit gera fyrst eina lítla grýtu úr pappíri.
Vit seta grýtuna á ein trífót og fylla kalt vatn í
hana.
So tendra vit gassblussið undir grýtuni, og vit
síggja, at vatnið fer upp á kók, og kortini brennist
pappírið ikki.
Myndin niðanfyri vísir streymarnar, sum koma í
vatnið, tá ið vit heita við blussinum beint undir
grýtuni.
At pappírið ikki brennist, kemst av tí, at streym-
andi vatnið kølir grýtubotnin so skjótt, at hitin í
pappírinum kemur ikki upp á tendrihitan.
Hitin í vatninum er um leið 70°C, tá ið tað verður
pumpað út í radiatorarnar.
Tá ið vatnið í ketlinum verður heitt, víðkar tað seg
út (ekspanderar). Tí er neyðugt at hava ein víðkan-
artanga (ekspansiónstanga), so rørskipanin ikki
spreingist. Víðkanartangin kann vera ein opin tangi
á loftinum, men nýggjari oljufýrar hava ein aftur-
latnan tanga við ketilin sjálvan. Víðkanartangin
tekur ímóti trýstinum, sum stendst av, at vatnið
víðkar seg út.
Vatnið ornar í
pappírsgrýtu; men
hon brennist ikki.
Her sæst, hvussu vatnið streymar í grýtuni.
Vatnið flytur varman so skjótt burtur frá
botninum í grýtuni, at pappírið verður
ongantíð so heitt, at tað festir í. Og hitin í
kókandi vatni fer ikki upp um 100°C.
1...,134,135,136,137,138,139,140,141,142,143 145,146,147,148,149,150,151,152,153,154,...222
Powered by FlippingBook