Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 136

VIT KYNDA ELD
134
Í hesi blandingini eru svávul, knúst glas
ella sandur, lím og onnur evni. Límið
skal halda øllum saman, tá ið blandingin
tornar á svávulpinninum.
Nú er svávulpinnurin liðugur.
Á svávulsíðunum á
svávuldósini eru
fosfor, glas ella
sandur og onnur evni.
Hvussu verða svávulpinnar gjørdir
So løgið tað ljóðar, er ætlanin ikki, at træið í sváv-
ulpinnum skal brenna, ið hvussu so er ikki ov væl.
Úr brennandi træi koma gløður, sum kunnu ana
leingi og elva til eldsbruna. Tí verður træið fyrst
dyppað í branddarvandi løg, so tað skal ikki brenna
ov væl.
So verður hálvi pinnurin dyppaður í paraffin, og at
enda verður uttasti endin dyppaður í ein greyt av tí
blandingini, sum verður til svávulhøvdið á svávul-
pinninum.
Hvat hendir, tá ið vit bresta ein
svávulpinn
Tá ið vit strúka ein svávulpinn eftir svávulsíðuni
á svávuldósini, verða báðir partar heitir av gnígg-
ingini. Gníggingin verður nógv av knústa glas-
inum ella sandinum, og hitin verður so nógvur, at
tær evnafrøðiligu tilgongdirnar byrja. Vit skulu nú
kanna gjøllari, tað sum hendir.
Fyrst verður svávulpinnurin dyppaður í
branddarvandi løg.
So verður hálvur pinnurin dyppaður í
paraffin.
1...,126,127,128,129,130,131,132,133,134,135 137,138,139,140,141,142,143,144,145,146,...222
Powered by FlippingBook