Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 133

VIT KYNDA ELD
131
Um kvøldið varð eldurin hirdur, t.e., tey løgdu
aftur at eldinum, at hann skuldi ikki slokna. Hetta
varð gjørt í serligum hirðingarholum við eldstað-
in. Ansað varð eftir, at ikki ov nógv luft skuldi
koma at, so kundu gløðurnar ana til morgunin
eftir.
Seinni, tá ið fólk fingu komfýrar, varð hetta sama
brúkt. Brendu tey torv, vórðu hirðingartorvur lagd-
ar aftur at eldinum og trekkurin minkaður burtur í
einki. Tá kundu gløðurnar festa í um morgunin
aftur. Soleiðis sluppu tey undan »eldsløkking«.
Upprunafólk gera sjálv eld
Nógv upprunafólk duga at gera eld, tey gníggja
træ móti træi ella snara ein træpinn, sum stendur
niður í eitt hol í einum træpetti. Av gníggingini
verður træið so heitt, at tað fer at gløða. Verður
blást á gløðurnar, ber við hepni til at festa í eitt-
hvørt eldfimt tilfar. Men nakar lættur háttur at
gera eld hevur hetta so ikki verið.
Felagsroynd. Vit gera eld við gnígging
Vit seta eina fjøl fasta í borðið við tvingu og bora
eitt grunt hol í fjølina við bori, sum er 10 mm.
Vit taka borin úr og seta eitt petti av 10 mm rund-
stokki í borimaskinuna, til longdar sum borurin.
Set so rundstokkin niður í holið og set ferð á
maskinuna.
Skjótt sæst, at træið verður heitt. Tað rýkur úr tí,
og tað luktar brent.
Tað rýkur og luktar
brent, tá ið træ verður
gníggjað móti træi.
1...,123,124,125,126,127,128,129,130,131,132 134,135,136,137,138,139,140,141,142,143,...222
Powered by FlippingBook