Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 131

VIT KYNDA ELD
129
Okkum tørvar eld
Okkum menniskjum tørvar bæði mat og varma.
Nógvan kulda tola vit ikki leingi. Hjá okkum er
neyðugt at verma bústaðirnar bæði summar og
vetur, skulu vit ikki verða sjúk.
Fleiri møguleikar eru at útvega orkuna til matgerð
og upphiting, men eldur er framvegis mest brúkti
upphitingarhátturin hjá okkum.
Eldur og tey fyrstu menniskjuni
Nú á døgum er lætt at útvega eld. Vit tríva bara
eftir svávulpinnum ella tendrara.
So lætt var tað ikki hjá teimum fyrstu menniskjun-
um. Neyvan hava tey sjálv gjørt eld, heldur hava
tey hildið lív í náttúruskaptum eldi, t.d. eldi, sum
var komin av toruni. Fluttu tey bústað, máttu tey
bera eldin við sær.
Eldurin man altíð hava hugtikið fólk.
Hann roynist okkum ein hentur tænari,
sum vit ikki fáa verið fyriuttan. Men
missa vit tamarhaldið á eldinum, kann
hann roynast okkum ringur fíggindi. Tá
kann hann eftir lítlari løtu beina fyri
milliónavirðum.
Vit fara í hesum triðja part-
inum í bókini at siga eitt
sindur um eld og orku, ymisk
brennievni, varma og hita.
1...,121,122,123,124,125,126,127,128,129,130 132,133,134,135,136,137,138,139,140,141,...222
Powered by FlippingBook