Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 121

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
119
Telefondámur á gomlu støð í Klaksvík.
Myndin er frá 1949.
Mynd frá einari farnari tíð.
Telefonmenn skifta ein
gamlan telefonsteyra.
bað um samband við annan felaga. Telefondáman
knýtti so sambandið ímillum felagarnar. Var upp-
tikið, varð neyðugt at bíða, og støðin ringdi so
felagan upp og segði, at nú var klárt at tosa. Tá ið
samrøðan var liðug, varð »ringt av«, so støðin
kundi slíta sambandið aftur.
Í 1957 fór Útvarp Føroya undir regluligar send-
ingar. Millumbylgjusendari varð settur upp uppi
á Varða. Hetta var árið, tá ið russar loyptu hvøkk
á allan heimin, tá ið teir sendu fylgisveinin Sput-
nik í ringrás um Jørðina.
Í 1962 verður nýggjur kaðal (Scot/Ice) lagdur úr
Skotlandi um Føroyar til Íslands. Kaðalin kom inn
norðan fyri Koltur inn á Velbastað, og út aftur av
Velbastað til Vestmannaoyggjar. Í 1971 kom aftur
ein nýggjur kaðal (SHEFA). Hann varð lagdur úr
Hetlandi inn á Hvítanes. Sama ár varð radiotele-
fonsambandið á stuttbylgju til Keypmannahavnar
niðurlagt.
Tórshavn Radio fekk í 1965 VHF telefontænastu
til skip, og seinnapartin í 70'unum komu tríggjar
VHF støðir aftrat, Mykines, Suðuroy og Fugloy,
allar fjarstýrdar av Tórshavn Radio.
1...,111,112,113,114,115,116,117,118,119,120 122,123,124,125,126,127,128,129,130,131,...222
Powered by FlippingBook