Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 111

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
109
Uppstilling at kanna, hvussu ein
hoyritelefon virkar.
Felagsroynd. Hvussu virkar ein
hoyritelefon
Vit gera uppstillingina, summyndin niðanfyri vísir.
So trýsta vit á metalkassan við kolkornum. Tá
sæst, at metalfjøðurin (membranin) verður togað
ímóti elektro-magnetini. Streymstyrkin í ringrás-
ini broytist við trýstinum á kassan, og sveiggini í
fjøðurini verða samsvarandi.
Tunn jarnpláta
Metalfjøður
Elektromagnet
Í hoyritelefonini er ein lítil elektromagnet, sum
fær eina tunna jarnplátu at sveiggja í takt við
streymsveiggini, sum verða gjørd í mikrofonini.
Tí verður luftin sett at sveiggja, og vit kunnu
hoyra tað, sum sagt verður í mikrofonina.
1...,101,102,103,104,105,106,107,108,109,110 112,113,114,115,116,117,118,119,120,121,...222
Powered by FlippingBook