Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 116

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
114
Telex, telefaks og teldur
Undir heitinum
telex
vórðu framkomnir fjarskriv-
arar nógv nýttir eina tíð. Hesi tólini vóru t.d.
vanlig á útvarpsstøðum og bløðum. Verða talkot-
urnar av 1-tølum og nullum skrivaðar við 5 siffr-
um, ber til at gera 2
5
– 1 = 31 ymiskar kotur. Í
telex-tólunum vóru ofta nýtt 8 siffur. Tá ber til at
skriva 2
8
– 1 = 255 ymiskar kotur.
Seinni hava
teldurnar
vunnið fram. Teldur hava
tann fyrimun, at tær hava
minni.
Nú ber til at
goyma eitt skjal í telduni. Vit kunnu taka skjalið
fram á skermin, broyta tað ella prenta, sum okkum
lystir. Av hesum stendst heitið
EDV
(
E
lektronisk
D
áta
V
iðgerð).
Við
internetinum
ber eisini til at senda skjalið um
allan heim. Vit kunnu siga, at teldupostur (e-mail)
er nútíðar telegrafur ella fjarskrivari.
Samstundis sum teldurnar mentust, gjørdist eitt
annað fjarskiftistól –
telefaks
– vanligt. Telefaks
hevur tað fram um telex, at tað kann flyta eitt ein-
tak av einari síðu við teksti, tølum og tekningum,
har sum telex bara flytur tekn, eitt um ferðina.
Telefaks kann tí verða lýst sum ein kopimaskina,
sum kann senda eitt eintak av upprunatekstinum til
eina móttakarastøð, sí mynd niðanfyri.
Eitt ljósrør lýsir á tekstin, sum rullar um ein vals.
Ein linsa avmyndar tekstin í rivuni á eitt rað av
fotodiodum, sum sita tætt saman.
Fotodiodurnar virka soleiðis, at tær leiða streym
í ljósi, men steðga streyminum í myrkri. Við
transistorum verður hesin eginleiki so brúktur at
gera spenningar, sum samsvara ljósstyrkini, sum
rakar fotodiodurnar.
Boðini um spenningarnar fara so um telefonnetið
til móttakaran. Her verða spenningar brúktir at á-
seta svertuna á pappírinum. Soleiðis ber til at flyta
tekst frá einum tóli til annað.
Vit gera ikki meira við telefaks. Heldur fara vit
nú at siga nøkur orð um
transistorar
, sum eru
grundarlagið undir nógvum av teimum nútíðar
hentleikum, sum vit brúka í gerandisdegnum heilt
frá vaskimaskinum til fartelefonir.
Signal til
móttakara
Fotodiodur
Linsa
Riva
Ljósrør
Valsir
Telefaks
1...,106,107,108,109,110,111,112,113,114,115 117,118,119,120,121,122,123,124,125,126,...222
Powered by FlippingBook