Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 109

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
107
Tá ið ankarið fer at mala, slær tannhjólið inn í
tannkransin á svinghjólinum í bilmotorinum, sum
fer í gongd. Tá ið vit sleppa startlyklinum, slær
tannhjólið úr aftur tannkransinum, og startarin
steðgar. Hevði startarin ikki sligið frá aftur, hevði
bilmotorurin malið hann runt, og so hevði hann
farið í knús, tí bilmotorurin hevur nógv størri
snúningstal enn startarin.
Ankar
Tannhjól
Føst elektromagnet.
Kolbustir (kolini)
Akkomulatorur
Tannkransur
á motorinum.
Koplingslið
Kommutatorur við
nógvum lamellum.
Nútíðar el-motorar
Í okkara einfaldu fyrimynd av einum el-motori
var malandi parturin (rotor) ein spoli. Í verulig-
um motorum er rotor eitt ankar, t.e. ein trumla úr
bleytum jarni, sum er umvundin við kopartráði.
Fasti parturin (stator) var í fyrimyndini tær báðar
magnetstengurnar. Í veruligum motorum er stator
ein føst elektromagnet.
Okkara motorur var ein javnstreymsmotorur. Teir
verða brúktir enn, men nú á døgum hava ymsar
elektroniskar stýringar gjørt, at vendistreyms-
motorar eru nógv vanligari. Ógvuliga nógv ymisk
sløg eru av vendistreymsmotorum, og teir verða
brúktir til øll møgulig endamál.
Myndin niðanfyri vísir ein bilstartara. Hetta er ein
javnstreymsmotorur.
Startari, tekning
Startari
1...,99,100,101,102,103,104,105,106,107,108 110,111,112,113,114,115,116,117,118,119,...222
Powered by FlippingBook