Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 101

MAGNETIR
99
Magnetisku pólarnir býta um pláss
Í lava, sum er flótandi grót, er eisini nakað av
jarni, og tá ið lava floymir frá eldgosum, ávirkar
jørðfeltið jarnið í tilfarinum og kann flyta tað, so
leingi sum tað er flótandi. Vit kunnu siga, at jørð-
feltið magnetar grótið. Tá ið so grótið storknar,
goymir tað í sær eina fastfrysta løtumynd av mag-
netisku umstøðunum, tá ið gosið var. Soleiðis
hava granskarar ansað eftir, at pólarnir á Jørðini
býta um pláss.
Við serligum kanningum ber til at siga, hvussu
gamalt grót er, og soleiðis nær pólskiftini hava
verið. Tí vita granskarar nú, at seinastu 70 mió.
árini hava magnetisku pólarnir á Jørðini býtt um
pláss meira enn 100 ferðir.
Verður grót á markinum ímillum tilfar, sum er
magnetað øvugtan veg, granskað, ber til at fáa
nakað at vita um sjálva pólvendingina. Soleiðis
vita vit nú, at ein pólvending varar eini 10 000 ár.
Hon fer fram við tað at feltið viknar burtur í einki
og veksur so upp aftur við øvugtari kós.
Gosfjallið Etna goysir í 1992. Í grótfloyminum er jarn,
sum verður magnetað í jørðfeltinum. Magnetiskar
kanningar av hesum grótinum kunnu so altíð seinni
vísa, hvussu magnetisku viðurskiftini vóru á Sicilia í
1992.
Uppstilling at vísa, at ikki ber til at bróta
eina magnet sundur, so brotpettini bara
hava ein pól.
Bygnaðurin í magnetiskum evnum
Vit hava fyrr sæð, hvussu jarn verður drigið at
magnetum. Vit nevndu tá, at trý onnur grundevni
verða drigin at magnetum. Tey eru nikkul, cobalt
og gadolinium. Hesi evnini verða magnetisk eins
og jarn, tá ið tey verða sett í ein streymberandi
spola. Men hví eru bara 4 grundevni, sum eru
soleiðis? Nógv fólk hava hugsað um hetta. Eisini
hava tey roynt at skilja norðpól frá suðurpóli við
at bróta eina magnetstong av um tvøran.
Felagsroynd. Vit bróta eina magnet
Vit magneta fyrst eitt leyvsagarblað. Tað verður
gjørt við at draga blaðið ígjøgnum ein streymber-
andi spola við 600 vindingum. Við magnetnál
verður ávíst, at sagarblaðið hevur norðpól í
øðrum endanum og suðurpól í hinum endanum.
Vit seta blaðið fast við einum petti av klistribandi
um norðpólin. So bróta vit blaðið í tvey javnstór
petti og kanna pettini.
Tað sæst, at vit hava ikki fingið tvær magnetir
við einum póli í part, men tvær vanligar magnetir
við norðpóli í øðrum endanum og suðurpóli í
hinum endanum.
1...,91,92,93,94,95,96,97,98,99,100 102,103,104,105,106,107,108,109,110,111,...222
Powered by FlippingBook