Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 97

Á sama hátt fær ein elektromagnet við 200 vind-
ingum við streymstyrki 2A somu styrki sum ein
elektromagnet við 400 vindingum við streym-
styrki 1 A.
Verða vindingarnar 10 ferðir so nógvar í tali, fær
magnetin somu styrki, um streymstyrkin sam-
stundis verður 10 ferðir so lítil. Henda saman-
hangin kunnu vit seta í talvu:
Støddin streymstyrki
×
vindingar sigur, hvussu
sterk elektromagnetin verður. Magnetirnar í talv-
uni fáa tí allar somu styrki.
Verður streymstyrkin tvífaldað, verður elektro-
magnetin dupult so sterk. Verða vindingarnar tví-
faldaðar, verður elektromagnetin dupult so sterk.
Verða bæði streymstyrki og vindingar tvífald-
aðar, verður elektromagnetin 2 · 2 = 4 ferðir so
sterk o.s.fr.
MAGNETIR
95
Styrkin í einari elektromagnet er heft
at faldinum av streymstyrki og vind-
ingum.
* Hetta verður eisini nevnt »amperuvindingar«.
Streymstyrki x vindingar
400 amperur x vindingar *
400 amperur x vindingar
400 amperur x vindingar
400 amperur x vindingar
Vindingar
200
400
800
1600
Streymstyrki
2,00 A
1,00 A
0,50 A
0,25 A
Jørðin er ein stór magnet
Vit hava longu nevnt, at ein magnetnál vísir
norður-suður, tá ið einki jarn ella magnetiskt til-
far er í nánd. Tað er, tí at ein magnetisk kraft virk-
ar á nálina.
Ein vanlig magnetnál snarar bara um ein loddrætt-
an ás í einum vatnrættum flata. Ætla vit at kanna
magnetiskar kreftir gjøllari, mugu vit so statt hava
eina lítla magnet, sum kann venda allar vegir í rúm-
inum.
Myndin vísir eina lítla »royndarmagnet«,
sum er hongd upp á serstakan hátt.
Magnetin kann snara um tveir ásar, sum
standa vinkulrættir hvør á annan. Tí
kann magnetin snara allar vegir í
rúminum.
1...,87,88,89,90,91,92,93,94,95,96 98,99,100,101,102,103,104,105,106,107,...222
Powered by FlippingBook