Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 90

MAGNETIR
88
Nú skulu vit brúka streym at magneta ein seym.
Vit vinda ein isoleraðan leiðara fleiri ferðir um
seymin og senda javnstreym ígjøgnum (um leið
5A), sí mynd niðanfyri.
Taka vit seymin úr vindingunum sæst, at hann
dregur klips at sær. Ein magnetnál vísir, at seym-
urin hevur fingið suðurpól við seymhøvdið og
norðpól við spíska endan.
Tað ber eisini til at seta seymin í ein spola, sum
javnstreymur gongur ígjøgnum. Set ein nýggjan
ómagnetiskan seym í spolan, sí mynd.
Magnetnálin vísir, at seymurin verður magnetað-
ur í spolanum.
Vent nú seyminum og set hann í spolan við høvd-
inum fyri. Tá sæst, at pólarnir hava býtt um pláss.
Hesar royndirnar vísa, at vit kunnu orða eina lítla
»fingrareglu«:
Tak um spolan við høgru hond, so at
fingrarnir vísa við streyminum. Tá er
norðpólurin har, sum tummilin er, og
suðurpólurin, har, sum aftasti fingur
(lítlifingur) er.
Her verður
norðpólur
Her verður
suðurpólur
Vit magneta ein seym
við javnstreymi.
1...,80,81,82,83,84,85,86,87,88,89 91,92,93,94,95,96,97,98,99,100,...222
Powered by FlippingBook