Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 83

UPPDAGINGAR OG UPPFINNINGAR
81
Arkimedes hevði gjørt ymsar uppfinningar at
verja býin, og tá ið rómverjar nærkaðust,
regnaðu pílar og grót niður yvir skip teirra.
Rómverjar fáa ein
hvøkk, tá ið teir
nærkast býarmúri-
num um Sýrakus.
Søgnin sigur, at hesin lærdi
maðurin sat á strondini og
teknaði í sandin, tá ið ein
rómverskur hermaður kom
fram á hann. Arkimedes var
so burtur í arbeiði sínum, at
hann hugdi ikki upp, men
segði bara: «Órógva mær
ikki sirklarnar.« Tá gjørdist
hermaðurin so óður, at hann
drap Arkimedes. Tað var í
árinum 214 f. Kr.
Úrmælingurin í fornøld
Arkimedes var ímillum fremstu vísindamenn í
fornøld. Í árinum 214 f. Kr. lupu rómverjar
við flota sínum á heimbý hansara Sýrakus á
Sicilia.
Tá ið rómverjar sigldu ov nær býarmúr-
inum, hótti ein stór jarnklógv skipini.
Soleiðis royndu tey í Sýrakus at verja býin
við ymsum uppfinningum hjá Arkimedes.
Hesar uppfinningar vóru grundaðar á ta
stóru vitan, Arkimedes hevði um alisfrøð-
ilig og støddfrøðilig viðurskifti.
Í tvey ár kringsettu rómverjar Sýrakus,
og at enda var yvirmaktin so sterk, at
býurin fall, og Arkimedes varð dripin.
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...222
Powered by FlippingBook