Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 81

NEVTRALISERING O G PH-VIR‹I
79
Nevtralisering í fólki
Nógvar tilgongdir í mannakroppininum kunnu
bara fara fram, er pH-virðið passaligt. pH-virðini
eru ymisk ymsa staðni í mannakroppinum, og
kroppurin greiðir sjálvur at nevtralisera ov nógva
sýru ella ov nógva basu. Ger hann ikki tað, verða
vit sjúk.
Gamlar matleivdir í munninum kunnu verða til
sýru, sum brennir hol í tenninar. Tannkrem er tí
eitt sindur basiskt, so sýran í munninum verður
nevtraliserað.
Hava vit bróstsviða, ella tað rennur súrt upp í
hálsin, eru eisini ráð fyri tí. Tað ber til at taka
heilivág, sum nevtraliserar sýruna.
Tannkrem er basiskt og nevtraliserar
sýru í munninum.
Demineraliseringstól. Demineraliserað
vatn verður gjørt í einum elektriskum tóli.
Áðrenn demineraliseraða vatnið verður
tappað, rennur tað ígjøgnum sandfiltur,
sum filtra vatnið.
Demineraliserað vatn
Skulu vit brúka reint vatn við ongum kálki í,
kunnu vit brúka destillerað vatn. Sum nevnt í
Alisfrøði og evnafrøði 1
ber eisini til at brúka
demineraliserað vatn. Demineraliserað vatn er væl
bíligari at gera enn destillerað vatn.
1...,71,72,73,74,75,76,77,78,79,80 82,83,84,85,86,87,88,89,90,91,...222
Powered by FlippingBook