Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 85

UPPDAGINGAR OG UPPFINNINGAR
83
Maskinsmiðir fáast við motorar, sum teir ikki orka
at lyfta, men hava teir eina patent-talju, kunnu teir
við aðrari hondini lyfta t.d. ein tungan bátamotor
upp í loft.
Fólk kunnu gera uppdagingar og uppfinningar,
hóast tey hava ikki serligt skil fyri náttúruvísindum.
Men tað er greitt, at nógvar av teimum uppfinn-
ingum, sum nú gera okkum lívið lættari, høvdu ikki
verið gjørdar, høvdu vísindafólk ikki granskað, t.d.
elektrisk og magnetisk fyribrigdi. Í 1820 vistu fólk
um bæði el og magnetismu, men sambandið teirra
millum var ógreitt. Hetta árið varð staðfest, at ein
streymberandi leiðari ávirkar eina magnetnál við
einari kraft. Eftir fáum vikum høvdu granskarar
kannað hetta sambandið, og nýggja vitanin hevði
við sær ein floym av nýggjum uppfinningum.
Vit halda nógvar uppfinningar vera so sjálvsagd-
ar – elektriskt ljós, telefon, útvarp, sjónvarp, teld-
ur o.s.fr. – at vit hava lyndi til at gloyma, at upp-
dagingin í 1820 var fyritreytin fyri øllum hesum
elektro-magnetisku uppfinningum.
Uppfinningarnar í Sýrakus vóru brúktar í kríggi.
Enn sum áður verða framkomin vápn uppfunnin,
hugsa t.d. um bumbur í rakettum, sum sjálvar
finna vegin til bumbumálini.
Vit fara í hesum partinum at viðgera magnetisk
evni, og hvussu vit við elektriskum streymi kunnu
gera magnetir. Eisini fara vit at greiða frá, hvussu
ymsar elektro-magnetiskar uppfinningar virka.
Hesi tól høvdu ikki verið uppfunnin,
høvdu ikki granskarar í 1820 ávíst
sambandið ímillum el og magnetismu.
Tað er merkiligt at hugsa sær, at tað
helst eisini hevði havt fylgjur fyri
dagsins samfelag, hevði uppdagingin
í 1820 av onkrari orsøk verið seinkað.
1...,75,76,77,78,79,80,81,82,83,84 86,87,88,89,90,91,92,93,94,95,...222
Powered by FlippingBook