Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 94

MAGNETIR
92
Proppurin til girkassan á einum bili.
Proppurin er magnetiskur, so hann kann
fanga metalspønir, sum slítast av
tannhjólunum í girkassanum. Tá ið girolja
verður skift á bilinum, verða spønirnir
tiknir burtur, so teir ikki gera skaða.
Nú á døgum brúka flestu fólk kort, tá ið tey fara til
handils. Á kortinum er ein magnetisk kota, sum
verður umsett til eitt loynital, tá ið kortið fer í-
gjøgnum kortlesaran. Bara tann, sum eigur kort-
ið, veit hetta loynitalið, sum eisini skal verða
trýst inn í kortlesaran. Samsvara tølini ikki, ber
ikki til at gjalda við kortinum ella at fáa pengar út
við tí.
Elektromagnetir
Hóast ikki ber til at gera fastar magnetir úr bleyt-
um jarni, so ber væl til at magneta bleytt jarn. Í
veruleikanum magnetast tað lættari enn stál, men
munurin er, at tað avmagnetast aftur beinanvegin.
Til handils við
magnetaðum korti.
Í botnkarinum á bilum situr ein proppur,
botnproppur, at tappa smyrjolju av
motorinum. Á summum bilum situr ein
lítil magnet á botnproppinum at fanga
jarnspønir, sum verða brýndar av
motorinum.
1...,84,85,86,87,88,89,90,91,92,93 95,96,97,98,99,100,101,102,103,104,...222
Powered by FlippingBook