Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 99

MAGNETIR
97
Í 1982 vórðu gjørdar magnetiskar
kanningar í Føroyum. Tær vístu, at
jørðfeltið í Føroyum kundi verða býtt í
ein vatnrættan part, sum var 14200 nT
(nanotesla), og ein loddrættan part, sum
var 48800 nT, sí niðanfyri.
14.200 nT
48.800 nT
74°
Feltið er ikki støðugt. Tað broytist alla
tíðina, bæði stødd og kós.
Felagsroynd. Jørðfeltið
Halda vit einari magnet, sum kann snara frítt,
onkustaðni í skúlastovuni, har sum einki jarn ella
órógvandi magnetir eru, vísir hon altíð í norðan.
Men magnetin stendur ikki vatnrøtt; hon vísir á
skeivan niður í gólvið, og í Føroyum er vinkulin
við vatnrætta støðu um leið 74°, sí myndina høgru-
megin.
Felagsroynd. Kósin í jørðfeltinum
Legg eina glæru við einum sirkli á uppvørpuna.
Legg so eina lítla, men sterka magnetstong í miðj-
una á sirklinum. Vit hugsa okkum, at sirkulin er
ein skurður ígjøgnum Jørðina.
Set nú smáar magnetnálir ymsastaðni runt eftir
sirklinum. Tá fæst ein hugmynd av, hvussu kósin
er í feltinum ymsastaðni á Jørðini. Vit minnast, at
radius í sirklinum svarar til loddrætta støðu á stað-
num. Tað sæst, at kósin á okkara leiðum minnir
um tað, sum nevnt varð omanfyri.
Føroyar
Magnetiski
Suðurpólurin
Magnetiski
Norðpólurin
1...,89,90,91,92,93,94,95,96,97,98 100,101,102,103,104,105,106,107,108,109,...222
Powered by FlippingBook