Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 105

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
Danski alisfrøðingurin H.C. Ørsted (1777-
1851). Gev tær far um kumpassina og
leiðaran niðast høgrumegin í myndini.
Elektromagnetisma og nýggjar
uppfinningar
Enn kjakast granskarar um umstøðurnar, tá ið
danski alisfrøðingurin Hans Christian Ørsted í
1820 fann eitt samband ímillum elektriskan
streym og magnetismu. Helst var tað av tilvild
– undir einum fyrilestri – at Ørsted helt ein leiðara
so nær einari kumpass á borðinum, at hann sá, at
nálin flutti seg. Ørsted var ikki stinnur í stødd-
frøði; tí fóru aðrir av stað við uppdaging hansara.
Eftir fáum vikum høvdu aðrir granskarar við
støddfrøðiligum amboðum útgreinað hetta fyri-
brigdi til lítar.
Hvussu var og ikki. Ørsted vísti, at allir streym-
berandi leiðarar gera eitt magnetfelt uttan um seg.
Hetta ger, at ein spoli virkar sum ein magnetstong,
eisini tá ið eingin jarnkjarni er í spolanum.
Elek-
tro-magnetisma
verður henda magnetisman nevnd.
Felagsroynd. Magnetisma í streymber-
andi spola
Ein spoli við 1200 vindingum verður bundin í eina
streymkeldu, 10-12 V.
Ein magnetnál vísir, at spolin virkar sum ein mag-
netstong við norðpóli í øðrum endanum og suður-
póli í hinum.
Halda vit endan á einum stokki inn í spolan, tog-
ar spolin stokkin til sín, so at miðjan á stokkinum
verður har, sum miðjan á spolanum er. Flyta vit
stokkin burtur úr hesi støðu, finnur hann beinan-
vegin aftur í støðuna.
Nú taka vit stokkin burtur og halda spolan uppi
yvir einari klipsrúgvu. Spolin togar klipsini til sín
sum ein onnur magnetstong.
Við elektro-magnetismuni fingu uppfinnarar
nýggjan íblástur, og næstu árini komu nógvar
nýggjar uppdagingar og uppfinningar, sum full-
komiliga hava broytt liviumstøðurnar hjá fólki.
103
1...,95,96,97,98,99,100,101,102,103,104 106,107,108,109,110,111,112,113,114,115,...222
Powered by FlippingBook