Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 113

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
111
Samskifti í gomlum døgum
Tørvur hevur altíð verið á samskifti, at senda boð
úr einum staði í annan, men tað hevur ikki altíð
verið so lætt sum nú á døgum.
Samskiftishættirnir hava verið ymiskir í ymsum
londum. Í Føroyum vita vit um siðin
at glaða
. Fólk
brendu hoyggj, so at fólk í aðrari oyggj ella bygd
sóu roykin, so visti tey hví, glaðað varð. Eisini
róptu tey boð, t.d. grindaboð, um firðir og sund.
Staðarnavnið Kallanes man hava sín uppruna í
hesum. Tilkomin fólk munnu minnast, at ein svørt
kúla varð vundin á stong á Skansanum í Havn. Við
henni varð boðað frá stormávaring.
Telegrafurin
Eftir tað, at elektromagnetisman var staðfest í
1820, vórðu skjótt gjørdar royndir at brúka hesa
nýggju vitanina at gera uppfinningar at senda boð
langa leið.
Tólini vórðu nevnd
telegrafar
(tele = fjar, grafur
= skrivari). Amerikamaðurin Samuel F. B. Morse
(1791-1872) gjørdi besta telegrafin, og hann fekk
einkarrættin í 1840.
Ein telegraflinja varð løgd ímillum Baltimore og
Washington, og fyrstu boðini vórðu send ímillum
24. mai í 1844. Boðini vórðu send við morsi-tekn-
um, prikkum og strikum, sí talvuna. Morse hevði
sjálvur gjørt hesi teknini.
Stavur
A
B
C
D
E
F
G
H
I
J
K
L
M
N
O
P
Q
R
S
T
U
V
W
X
Y
Z
Heiti
Alpha
Bravo
Charlie
Delta
Echo
Fox-trot
Golf
Hotel
India
Juliet
Kilo
Lima
Mike
November
Oscar
Papa
Quebec
Romeo
Sierra
Tango
Uniform
Victor
Whiskey
X-ray
Yankee
Zulu
Morsi-tekn
· –
– · · ·
– · – ·
– · ·
·
· · – ·
– – ·
· · · ·
· ·
· – – –
– · –
· – · ·
– –
– ·
– – –
· – – ·
– – · –
· – ·
· · ·
· · –
· · · –
· – –
– · ·
– · – –
– – · ·
Talvan vísir stavraðið, sum
amerikanska hervaldið brúkar.
Teknini hjá Samuel Morse
standa í 3. teigi.
Heitini í talvuni verða brúkt um allan
heim. Kallar ein bátur í Nólsoyarfirði
á Tórshavnar Radio um VHF og
verður spurdur um kallimerki, kann
svarið t.d. vera: X-ray, Pappa,
Bravo, 8512. Tað merkir, at VHF-
tólið í bátinum er skrásett sum
XPB-8512.
1...,103,104,105,106,107,108,109,110,111,112 114,115,116,117,118,119,120,121,122,123,...222
Powered by FlippingBook