Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 120

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
118
Um leið 1930 fingu nøkur føroysk fiskiskip radio-
telefon. Skip við radiotelefon kundu tosa síná-
millum og kundu samskifta við Tórshavn Radio,
men tað bar ikki til at tosa við felagar í landi. Tó
kundu skipini senda telegramm um radiotelefon.
Ikki fyrr enn 1. januar 1954 kundu skip bíleggja
telefonsamrøður til felagar í landi. Sama ár fáa
Føroyar radiotelefonsamband til umheimin. Hetta
vóru tvær stuttbylgjulinjur til Danmarkar, tær
vóru bara brúktar um dagin, og tá ið líkindini vóru
góð. Bíðitíðin kundi vera long – ofta fleiri dagar –
og »ríkistelefonin« skamtaði tí oftast talutíðina
niður í 6 minuttir, t.e. eftir 6 minuttir varð samrøð-
an slitin.
Í 1953 verður fyrsta automattelefonstøð í Føroy-
um sett til í Havn. Áðrenn automatiseringina vóru
telefonstøðir runt um í landinum. Fólk tóku upp
á seg at hava telefonstøðina. Tey, sum ikki vóru
telefonfelagar, fóru á støðina at tosa, og gingið
varð út í hús við telefonboðum.
Á telefonstøðunum sótu fólk og avgreiddu telefon-
samrøður. Á størru støðunum vóru telefondámur
ella telefongentur. Felagin vant eitt handtak á tele-
fontólinum, telefonin ringdi á støðini, og felagin
Í 1916 varð nýggj telegrafstøð bygd í Havn, og
hetta árið kom eisini telegrafsamband við Suður-
oynna. Hetta telegrafsamband var ein neyðloysn,
tí telefonkaðalin úr Sandoynni til Sandvíkar fekst
ikki at halda. Og hetta var lagið hjá suðuroying-
um heilt fram til 1954. Tá var ein VHF radiotele-
fon tikin í brúk.
Eftir fyrra heimsbardaga kundi Tórshavn Radio
samskifta við skip á telegrafi við einum »neista-
sendara«, sum í 1928 varð skiftur um við ein rør-
sendara.
Hans Pauli Johannesen skipari í
radiorúminum á Fiskanesi.
Yvirlit, framhald
til Vestmannaoyggjar (Scot/Ice north).
Hesir kaðalar vórðu brúktir til 1985
ávikavist 1988.
1968: Sjónvarpsfelag sett á stovn.
1971: Nýggjur telefonkaðal (SHEFA, sum stendur
fyri Shetland-Faroe) til Skotlands. Kaðalin
verður brúktur til 1993. Í 1971 verður
stuttbylgjusambandið til Danmarkar
niðurlagt.
1976: Fyrstu hálvautomatisku fartelefonirnar
verða tiknar í brúk.
1978: Sjónvarpsfelag sendir royndarsendingar.
1984: Sjónvarp Føroya verður sett á stovn.
1987: Føroyingar fara av álvara at keypa sær
heimateldur.
1988: Fylgisveinasamskifti sett á stovn.
1989: Fyrstu fartelefonirnar verða tiknar í brúk
(NMT450).
1993: Ljósleiðarakaðal »Cantat 3« úr Kanada til
Týsklands kemur í land í Tjørnuvík.
1996: Internetið – kanska størsta tøkniliga
kollvelting nakrantíð – fer at virka í
Føroyum.
1...,110,111,112,113,114,115,116,117,118,119 121,122,123,124,125,126,127,128,129,130,...222
Powered by FlippingBook