Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 119

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
117
Yvirlit
1905: Telefonsamband ímillum Tórshavn og
Vestmanna (Ólavur á Heygum).
1906: Alment telefonsamband ímillum Tórshavn
og Vestmanna.
1906: Telegrafkaðal kemur í land í Sandágerði.
Kaðalin lá um Hetland. Sama ár verður
kaðal lagdur til Íslands (Seyðisfjarðar).
1906: Telegrafstøð letur upp í Tórsgøtu 23 í Havn.
1907: Telefonlinjur og kaðalar lagdir runt um í
landinum.
1908: 102 telefonfelagar í øllum landinum.
1916: Nýggj telegrafstøð á Tinghúsvegi.
Radiostøðin í Tórshavn og tann á Tvøroyri
kunnu senda fjarrit sínámillum.
1925: Um hetta mundið koma fyrstu radio til
Føroya.
1930: Tey fyrstu skipini fáa radiotelefon. Skip við
radiotelefon kunnu senda telegramm til fólk
á landi.
1934: Náttarvakt sett á telegrafstøðini í Havn.
1937: Fyrstu radioskeið fyri langfaramenn (teir,
sum fóru til Grønlands) verða hildin á
Føroya Sjómansskúla.
1949: Sjókaðal til útlond fluttur til Akkersvík á
Hvítanesi.
1954: Skip kunnu um radiotelefon biðja um
samtalur í land.
1951: Royndarútvarp sett á stovn.
1953: 1. mai verður fyrsta automattelefonstøð í
Føroyum sett til í Havn.
1957: Útvarp Føroya verður sett á stovn.
1962: Nýggj telegrafstøð verður tikin í brúk.
Nýggjur kaðal verður lagdur úr Skotlandi
til Føroya (Scot/Ice south) og úr Føroyum.
Nøkur merkisár í fjarskiftissøguni
Í 1905 kom fyrsta millumbygda telefonsamband í
Føroyum. Tað var Ólavur á Heygum í Vestmanna,
sum fekk hetta í lag. Telefonlinjan fór úr Havn inn
á Sund, til Oyrareingir, til Kvívíkar og haðani til
Vestmannar.
Árið eftir varð Telefonverk Føroya Løgtings (TLF)
sett á stovn, og sama ár kemur telgrafkaðal á land
í Sandágerði, og ein kaðal fer úr Sandágerði á
Seyðisfjørðin í Íslandi.
Tað var stórhending, tá ið kaðalin kom í land í
Sandágerði. Nógv fólk var samankomið, og ein
kanón varð flutt av Havnar Skansa út í Sandágerð.
Tá ið kaðalin kom í land á flotum av kaðalskip-
inum, varð skotið við kanónini, og frá einum
orlogsskipi, sum hevði fylgt kaðalskipinum, varð
svarað aftur.
Úr Sandágerði vóru loftlinjur niðan á telegraf-
støðina í Tórsgøtu, og 1. august hetta árið byrjaði
telegrafsambandið við umheimin.
Á gamla hospitali í Havn hekk henda
veggjatelefonin við telefonverksins
búmerki á.
1...,109,110,111,112,113,114,115,116,117,118 120,121,122,123,124,125,126,127,128,129,...222
Powered by FlippingBook