Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 117

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
115
Teknið fyri ein transistor. Beinini
verða nevnd collector (c), basis
(b) og emitter (e).
Seymfjøl til royndir við
transistorum.
Transistorar
Ein transistorur (tríkleiv) er ein komponentur við
trimum leidningum. Leidningarnir verða eisini
nevndir bein. Beinini eru: collector (c), basis (b)
og emitter (e). Ovara myndin vinstrumegin vísir
teknið, sum vit nýta fyri transistorar.
Vit skulu brúka eina seymfjøl, mynd niðast
vinstrumegin, har ein transistorur og ein pera eru
loddað á messingseym. Á fjølina er samsvarandi
diagramm fyri ringrásina teknað. Haraftrat eru
nøkur krokodillunev fest í fjølina, so leidningar
og komponentar kunnu verða settir í eftir vild.
Felagsroynd. At stýra streymi við
transistori
Transistorurin BC 547 verður settur í seymfjølina,
og spenningur settur yvir ringrásina, sum myndin
vísir. Á amperumetrinum sæst, at eingin streym-
ur gongur. Vit siga, at transistorurin er fyri (off).
c
b
e
1...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...222
Powered by FlippingBook