Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 107

Ringitól.
UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
105
Ringiklokka
Í einum ringitóli tendrar og sløkkir eitt rele alla
tíðina streymin til ein spola, sum dregur eina lítla
metalplátu til sín. Á metalplátuna er festur ein
kúlvur, sum slær á klokkuna, sí mynd.
Startlykil
Akkumulatorur
Fjøður
Startari
Tannkransur í
bilmotori
El-motorar
El-motorar (elektro-motorar) ganga við elektrisk-
um streymi. Royndir við el-motorum vóru gjørdar
stutt eftir 1820, men fyrstu el-motorarnir, sum vit
kenna teir, vórðu gjørdir um leið 1870.
El-motorar eru av sonnum hent uppfinning. Tað
sæst best av tí, at teir verða so nógv brúktir. Í hvørj-
um einasta húsarhaldi í Føroyum eru nógvir el-
Elektrisk seymimaskina, sum verður rikin
við einum el-motori. Ferðin á motorinum
verður stýrd við einari fótpedal.
Eisini skip verða nú á døgum rikin
við el-motorum. Nýggja sandoyar-
ferjan, Teistin, hevur t.d. diesel-
elektriska drift, t.e. skipið hevur
nakrar ljósmotorar, sum gera
streym til stórar el-motorar, sum
dríva skrúvurnar á skipinum.
motorar. Vita, um tú kanst nevna í minsta lagi 10
tól, sum verða rikin við el-motorum?
Bilstartari
Vit fara nú at kanna gjøllari, hvussu el-motorar
virka.
1...,97,98,99,100,101,102,103,104,105,106 108,109,110,111,112,113,114,115,116,117,...222
Powered by FlippingBook