Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 114

FRÁ TELEGRAFI TIL TELEFAKS OG TELDU
112
Telegrafurin hjá Morse fór eftir fáum árum sína
sigursgongd um allan heimin. Í hølunum á hon-
um komu nú aðrar uppfinningar, og tann gongdin
hevur staðið við til okkara dagar.
Her er ikki rúm at viðgera øll hesi tól so gjølla,
so vit gera skjótt av.
Í 1875 gjørdi Graham Bell fyrstu telefonina. Við
henni bar til at senda talaða orðið langa leið. Mong
ivaðust, um telefonin hevði nakra framtíð fyri sær,
tí tað hoyrdist ikki væl í teimum fyrstu telefonun-
um.
Um somu tíð varð skrivimaskinan uppfunnin.
Tørvurin at senda skrivlig boð minkaði ikki, so
næsta stigið var at binda elektriskt samband í-
millum skrivimaskinurnar, so tað, sum skrivað
varð á eina skrivimaskinu, samstundis varð skriv-
að út á aðrari skrivimaskinu langt burturi. Soleið-
is komu fjarskrivararnir.
Hv
ho
Hvat man standa á hesum holstrimlinum?
Talkotur
Sjálvandi hevði borið til at gjørt fjarskrivarar við
at knýtt eina elektromagnet at hvørjum knøtti,
sum so hevði elektriskt samband við samsvar-
andi knøtt á hinum tólinum, men tað hevði verið
ein bæði trupul og kostnaðarmikil loysn. Gongd
kom tí ikki á menningina, fyrr enn talkotur fóru
at verða brúktar. Við talkotum verða stavirnir skriv-
aðir við teknum, eins og gjørt varð við morsitekn-
unum.
Ein máti var at skriva koturnar á
holstrimlar.
Eitt
hol í strimlinum merkir eitt 1-tal, og einki hol
merkir eitt null. Myndin niðanfyri vísir ein slíkan
holstrimmil. (Smáu holini hava tó einki við kotu-
na at gera. Tey verða brúkt at draga strimmilin
við).
Stavirnir verða skrivaðir við 1-tølum og nullum, sí
talvuna høgrumegin.
Eftir hesum kann hvør stavur verða skrivaður við
5 teknum, sum øll verða gjørd úr 1-tølum og null-
um. Vit skilja, at ímillum tól, sum samskifta við
holstrimlum, er ikki neyðugt at hava so nógvar
leidningar.
Í venjing í arbeiðsbókini sleppur tú at royna at
senda talkotur við elektriskum signalum.
Myndin vísir eitt gamalt telegraftól.
Boðini standa á einum pappírsstrimli,
sum ein elektromotorur dregur. Boðini
verða skrivað við morsiteknum, og
fjarritarin (telegrafisturin), sum tekur
ímóti boðunum, dugir teknini uttanat.
1...,104,105,106,107,108,109,110,111,112,113 115,116,117,118,119,120,121,122,123,124,...222
Powered by FlippingBook