Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 110

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
108
Stilligaffil, sum fær luftina
um seg at sveiggja.
Telefon
Tá ið ein lutur verður settur at sveiggja, koyrir
hann undir luftina, so hon í skiftum verður trýst
saman og víðkað. Hesar trýstbroytingar fara so í-
gjøgnum luftina, og tá ið tær raka oyru okkara,
hoyra vit ljóð. Ljóðgevin kann t.d. vera ein rødd
ella ein stilligaffil.
Í einari telefon verður ljóðið gjørt um til elektrisk
signal, sum fara ígjøgnum ein leiðara ella tráðleyst,
sum í fartelefonum. Í hinum endanum verður
signalið so aftur gjørt um til ljóð.
Elstu telefonirnar høvdu tvey horn. Annað
– mikrofonin – var at tosa í. Hitt – hoyritelefonin
– var at lurta í.
Vit skulu nú siga eitt sindur um, hvussu mikrofon
og hoyritelefon virka. Nógv sløg eru av mikro-
fonum, men í mong ár vóru næstan bara brúktar
kolkorns-mikrofonir.
Felagsroynd. Hvussu virkar ein
kolkorns-mikrofon
Vit gera uppstillingina, sum myndin niðanfyri
vísir. Trýsta vit á metalkassan við kolkornum,
verður koldustið trýst fastari saman, mótstøðan
minkar, og peran lýsir bjartari. Streymstyrkin í
ringrásini broytist so statt við trýstinum á kassan.
Í kolkorns-mikrofonini er ein slíkur kassi við kol-
dusti. Tá ið ljóðið rakar tunnu metalplátuna, fer
hon at sveiggja, og kolið verður trýst saman, meiri
ella minni. Av hesum standast sveiggj í telefon-
streyminum, og hesi sveiggj kunnu verða flutt
langa leið ígjøgnum telefontræðrirnar.
Í hoyritelefonini hjá móttakaranum verða streym-
sveiggini aftur gjørd um til ljóðsveiggj.
Kolkorn
Kolkubbi
Tunn pláta
Uppstilling at kanna, hvussu
ein kolkornsmikrofon virkar.
Kassi við
Kolkornum.
1...,100,101,102,103,104,105,106,107,108,109 111,112,113,114,115,116,117,118,119,120,...222
Powered by FlippingBook