Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 106

UPPFINNINGAR, SUM HAVA BROYTT TILVERU OKKARA
104
Ein magnetiskur krani hevur eina
sterka elektromagnet, har sum aðrir
kranar hava krók. Kranin á myndini
hevur tvær elektromagnetir.
Um leið 1830 varð greitt, at magnetir kundu
verða brúktar at gera streym. Tá bar til at gera
betri streymkeldur, og tað kom væl við, tí nógvar
elektro-magnetiskar uppfinningar skulu hava góð-
ar streymkeldur.
Vit skulu gera eitt sindur burtur úr nøkrum upp-
finningum í 19. øld, t.d. elektromotorum, magn-
etiskum kranum, telegrafi og telefon.
Í 20. øld komu nógvar elektro-magnetiskar upp-
finningar aftrat, t.d. útvarp, sjónvarp, bandupp-
takarar, video, teldur, fartelefonir o.s.fr.
Gomlu tólini vóru ofta stór og kanska ikki so
snøgg, sum nútíðin krevur, men tað var lættari at
síggja, hvussu tey virkaðu.
Við rúmdarførunum kom kravið, at tólini skuldu
vera smá og løtt. Tað setti ferð á gongdina við tætt
samanpakkaðum ringrásum. Tí er ikki altíð so lætt
at síggja, hvussu nútíðar elektronisk tól virka.
Í arbeiðsbókini eru venjingar, har tú kanst arbeiða
við ymsum uppfinningum.
Magnetiskir kranar
Har sum arbeitt verður nógv við jarni, brúka tey
ofta magnetiskar kranar, t.e. at kranarnir, sum
verða brúktir at lyfta við, hava ikki krók, men
heldur stórar elektro-magnetir.
Magnetirnar verða gjørdar soleiðis, at báðir pól-
arnir lyfta samstundis, og at tryggja, at streymur-
in fer ikki, meðan tungir jarnlutir hanga í kranun-
um, verða teir ikki riknir við elverksstreymi bein-
leiðis, men heldur við stórum akkumulatorum,
sum alla tíðina verða løddir við streymi frá el-
verkunum.
Rele – fjarstýrd kontakt
Eitt rele er ein elektriskt stýrd kontakt, sum virk-
ar soleiðis, at ein spoli dregur eina stong til sín.
Fyrr í tíðini vórðu bilmotorar vundnir í gongd
við hond. Nú brúka vit startarar. Tá ið vit snara
startlyklinum í bilinum, trýstir ein magnet tann-
hjólið á startaranum inn í tannkransin á bilmotor-
inum. Eitt rele tendrar so streymin til startaran,
sum vindur motorin í gongd. Releið sjálvt brúkar
ikki nógvan streym, men tað tendrar tann stóra
startstreymin (eini 100 A). Tá ið vit sleppa start-
lyklinum aftur, sløkkir releið startaran, og mag-
netin dregur tannhjólið úr aftur tannkransinum.
Tekningin høgrumegin vísir í høvuðsheitum,
hvussu hetta fer fram.
1...,96,97,98,99,100,101,102,103,104,105 107,108,109,110,111,112,113,114,115,116,...222
Powered by FlippingBook