Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 95

MAGNETIR
93
Tak um spolan við høgru hond,
soleiðis at fingrarnir vísa við
streyminum. Tá er norðpólurin har,
sum tummilin er, og suðurpólurin
har, sum aftasti fingur (lítlifingur) er.
Vit magneta bleytjarnskjarna við
javnstreymi.
Felagsroynd. At magneta bleytt jarn.
Vit seta ein jarnkjarna úr bleytum jarni í ein spol-
a við 600 vindingum. Ígjøgnum spolan senda vit
streym við streymstyrkini 2A.
Vit halda kjarnanum yvir einum klipsdunga og
síggja, hvussu hann dregur klipsini at sær. Sløkkja
vit streymin, detta klipsini beinanvegin av. Tað er
tekin um, at kjarnin beinanvegin verður avmagn-
etaður.
Vit tendra aftur og kanna við magnetnál, hvussu
pólarnir eru í kjarnanum. Tað sæst, at pólarnir eru
í samsvari við regluna, sum vit fyrr hava nevnt, sí
mynd.
Ein elektromagnet er jarnkjarni, sum er umvavd-
ur við isoleraðum leidningi ella bara settur í ein
spola. Elektromagnetir verða magnetaðar, tá ið vit
seta streym til, og tær verða avmagnetaðar aftur, tá
ið vit sløkkja.
1...,85,86,87,88,89,90,91,92,93,94 96,97,98,99,100,101,102,103,104,105,...222
Powered by FlippingBook