Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 92

MAGNETIR
90
Vit magneta eina magnetnál.
Fastar magnetir
Tær magnetirnar, sum vit brúktu at strúka
eftir jarnseymunum, verða nevndar
fastar
magnetir
.
Í arbeiðsbókini er venjing, har tú skalt
brúka fastar magnetir at magneta ymiskt.
Royndirnar vísa, at tað ber væl til at magneta
stál, men ein jarnkjarni úr bleytum jarni verður
ikki magnetiskur.
Bæði bleytt jarn og stál eru úr jarni (Fe), men
munurin er, at tey hava ikki líka nógv av øðrum
evnum (t.d. koli) í sær. Tí er stál harðari enn
bleytt jarn og magnetisku eginleikarnir eru eisini
ymiskir.
Tað ber ikki til at gera sterkar magnetir úr tí jarn-
inum, sum klips eru gjørd úr, og hetta jarnið verð-
ur skjótt avmagnetað aftur.
Tað ber ikki til at gera fastar
magnetir úr bleytum jarni.
Hví verður hesin jarnkjarnin
ikki magnetiskur?
Tað er helst, tí at hann er
úr bleytum jarni!
Magnetnálir
Ein magnetnál varðveitir ikki væl sína magnet-
ismu. Bara tað, at hon kemur í nánd av einari
sterkari magnet, kann vera nóg mikið at avmag-
neta nálina. Ella kanska býta pólarnir um pláss.
Tí kann vera neyðugt at magneta eina magnetnál
av nýggjum.
Felagsroynd. At magneta eina
magnetnál
Vit draga spakuliga eina magnetnál ígjøgnum ein
spola, sum javnstreymur gongur ígjøgnum. Ansað
verður eftir, at myrki endin verður norðpólur. Til
tað brúka vit fingraregluna.
Er nálin magnetað rætt, skal myrki endin vísa í
norðan.
1...,82,83,84,85,86,87,88,89,90,91 93,94,95,96,97,98,99,100,101,102,...222
Powered by FlippingBook