Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 75

BASUR – ÚR METALI OG VATNI
73
Felagsroynd. Natrium í vatni
Vit taka fyrst eina víða glasskál, sum vit fylla
hálvfulla av vatni. Við pinsett taka vit eitt petti av
natrium úr fløskuni og leggja á turt filturpappír.
Vit skera so eitt lítið petti av natrium burturav, til
støddar ikki størri enn ein ertur. Alt oxidið verður
skavað av, og lítla natriumpettið verður við pin-
settini tveitt í skálina við vatni. Omanyvir skálina
leggja vit eitt petti av pappi.
Tað sæst, at natriumpettið flýtur. Tað reagerar
skjótt við vatnið og fær skap sum kúla, sum sjóð-
andi strýkur aftur og fram eftir vatninum, til einki
er eftir.
Tá ið alt er upployst, lyfta vit papplokið og seta
eld í gassevnið undir lokinum. Vit staðfesta, at
gassið var hydrogen.
Dyppa vit indikatorpappír í skálina, síggja vit, at
løgurin í skálini er basa.
Royndin verður endurtikin á tann hátt, at vit fyrst
floyta eitt filturpappír í skálini og tveita so eitt
lítið petti av natrium mitt á pappírið, sí mynd.
Nú standa eldslogar um metalið. Tað er, tí at
natriumpettið liggur stilt í hesi royndini. Tí ornar
tað so skjótt, at tað festir eld í hydrogenið, sum
verður gjørt.
Royndin verður nú gjørd triðju ferð. Vatnið í
skálini verður stoytt burtur, og nýtt vatn latið
í skálina. Í vatnið lata vit nakrar dropar av
fenolftalein (les fenolfta-lin).
Tá ið vit nú lata natrium í vatnið, sæst, at tað
dregur eina reyða rípu eftir sær í vatninum.
Vatnið verður at enda reytt, alt sum tað er.
Fenolftalein er indikatorevni, sum verður reytt á
liti í basiskari loysing.
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...222
Powered by FlippingBook