Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 67

SØLT – ÚR METALI OG S†RU
65
Hvat er í saltsýru
Í felagsroyndini niðanfyri kanna vit, hvørjum salt-
sýra er gjørd úr.
Felagsroynd. Elektrolýsa í saltsýru
Tynt saltsýra verður latin í eitt elektrolýsu-kar.
Tvey royndargløs við hesum løgnum verða enda-
vend, sum víst á myndini.
Tá ið streymur verður sendur ígjøgnum saltsýr-
una, bløðra gassevni upp við báðar elektrodur.
Tá ið glasið við minus-elektroduna verður hildið
at eldi, hoyrist eyðkenda ljóðið av hydrogeni,
sum brestur. Við hesum er ávíst, at hetta gass-
evnið er H
2
.
Tá ið hitt glasið, við pluss-elektroduna, verður
vent, merkist tann ramligi og eyðkendi roykurin
av chlori. Her er so statt talan um Cl
2
.
Royndin vísir, at hydrogen-jonir, H
+
, eru í sýruni,
tí hydrogen bløðrar upp við minus-elektroduna.
Á sama hátt skilst, at negativar chlorid-jonir, Cl
,
eisini eru í løgnum, tí frítt chlor bløðrar upp við
pluss-elektroduna.
H
+
-jonirnar verða drignar at negativu elektroduni
og fáa har eina elektron hvør. Av hesum fáa vit frí
H-atom, sum ganga saman tvey og tvey til H
2
-mýl.
Cl
-jonirnar verða drignar at positivu elektrod-
uni og lata har frá sær eina elektron hvør. Av
hesum fáa vit frí Cl-atom, sum ganga saman tvey
og tvey til Cl
2
-mýl.
Glasið við chlorinum fyllist seinni enn glasið við
hydrogeninum, men tað er, tí at ein partur av
chlorinum verður loystur í vatninum. Ein neyvari
kanning vísir, at saltsýra er ein loysing við líka
nógvum H
+
-jonum og Cl
-jonum í vatni. Vit
loyva okkum at skriva formilin fyri saltsýru HCl,
hóast royndin gevur okkum ábending um, at
eingi HCl-mýl eru í saltsýru.
ÁVARING!
Til royndina verða brúkt bæði brillur og skermur.
Elektrolýsa í saltsýru.
1...,57,58,59,60,61,62,63,64,65,66 68,69,70,71,72,73,74,75,76,77,...222
Powered by FlippingBook