Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 61

SÚRT OG BASISKT
59
Sýrur í mati
Ymsar sýrur gera evnini súr, t.d. matin, vit eta. Í
appilsinum og sitrónum er nógv vatn, men í vatn-
inum er loyst ein sýra, sum eitur sitrónsýra. Í
súrum úrdráttum úr mjólk er mjólkarsýra. Í vín-
drúum er vínsýra, og í ediki er edikssýra.
Í øli og sodavatni er loyst nakað av carbondioxidi,
CO
2
. Tá ið proppurin fer av fløskuni, minkar trýst-
ið, og CO
2
brúsar úr. Smakkurin er frískligur og
eitt sindur súrur. Tað er, tí CO
2
loyst í vatni ger
eina sýru, sum verður nevnd kolsýra.
Eisini C-vitaminir smakka súrt. Í C-vitamin-
tablettum er ein sýra nevnd ascorbinsýra.
Allar hesar nevndu sýrur eru veikar sýrur. Tær
eru vanliga heilt vandaleysar.
Sterkar sýrur
Til eru eisini sterkar sýrur. Tær verða nýttar í
ymsum ídnaði og í kanningarstovum. Tær vanlig-
astu sterku sýrurnar eru tær tríggjar: saltsýra,
svávulsýra og salpetursýra. Tær etsa; fáa vit tær á
okkum, brenna tær hol á klæðini og eta seg inn í
húðina.
Tað er merkiligt at hugsa sær, at vit øll hava sterka
saltsýru í maganum. Hon brýtur niður matin, sum
vit eta. Tá ið fólk fáa magasár, hendir tað, at kropp-
urin fær ikki longur vart slímhinnurnar í maga-
num. Tá etsar sýran sár í magan. Kanska hevur tú
roynt, at »tað rennur súrt upp í hálsin«. Tá smakka
vit ta súru magasýruna.
Svávulsýra verður nógv brúkt í evnafrøðiliga
ídnaðinum. Hon verður t.d. brúkt, tá ið handilstøð
verða gjørd. Í akkumulatorum er tynt svávulsýra.
Salpetursýra er vandamikil sýra, sum etsar illa.
Hon verður t.d. brúkt, tá ið spreingievni (dyna-
mitt) verður gjørt.
Felagsroynd. Munur á sterkum og
veikum sýrum
Vit skulu brúka tvær sýrur, sum eru tyntar líka
nógv, t.e., sýrunøgdin fyri hvønn millilitur av løgi
skal vera tann sama í báðum førum. Vit kunnu t.d.
brúka saltsýru og edikssýru. Stoyt eitt sindur av
sýru í hvørt sítt royndarglas og brúka indikator-
strimmil at mála pH-virðini.
Royndin vísir, at við somu tynning hevur ein sterk
sýra lægri pH enn ein veik sýra.
Vit kunnu tynna eina sterka sýru við vatni. Tá
verður hon veikari og etsar ikki so illa, sí venjing
í arbeiðsbókini.
Tvær sýrur verða tyntar líka nógv,
og pH-virðið mált.
1...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...222
Powered by FlippingBook