Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 57

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
55
Grundevnaskipan Mendelejevs
Í grundevnaskipan Mendelejevs hava grundevni í
sama bólki líkar eginleikar.
Metal kunnu gera evnasambond við ikki-metal, tí
ikki-metalini taka fegin ímóti elektronunum, sum
metalini vilja lata frá sær. Tá verða gjørdar posi-
tivar metal-jonir og negativar jonir av ikki-metal-
um.
Við elektriska atdráttinum halda jonirnar hvørjari
aðrari fastari í einum jongittari. Nýggja evnið
verður nevnt jonsamband.
Vit skilja av øllum hesum, at í høvuðsheitum stýra
tær ytstu elektronirnar í atomunum evnafrøðiligu
tilgongdunum.
Atom, sum hava sama elektrontal í ytsta skali,
hava líkar evnafrøðiligar eginleikar. Til dømis
líkjast evni nr. 12, magnesium, og evni nr. 20,
calcium. Bæði hava tey 2 elektronir í ytsta skali.
Munurin er bara tann, at tær báðar elektronirnar
hjá Mg eru í 3. skali og hjá Ca í 4. skali.
8
2
2
12
Mg
Magnesium
8
8
2
20
Ca
Calcium
2
1
1
H
Hydrogen
0
1
H
Hydrogen-jon
+
Hesi bæði evnini, Mg og Ca, eru evnafrøðiliga
ógvuliga lík. Tað er, tí at atomini hava líka
nógvar elektronir í ytsta skalinum.
Hydrogen er tað einafaldasta av øllum
grundevnunum. Atomið hevur bara eina
elektron malandi um kjarnan. Missir tað hana,
verður atomið til positivu jonina H
+
.
Ytsta skal
Í grundevnaskipanini eru evnini sett soleiðis upp,
at evnini í sama bólki hava líkar evnafrøðiligar
eginleikar. Evnini eru sett upp eftir atomnum-
mari í reglu, sum endar, tá ið aftur er komið til
sama bygnað í ytsta skali. Tá byrjar onnur regla
o.s.fr. Á tann hátt koma grundevni við somu evna-
frøðiligu eginleikum at standa í sama loddrætta
teigi, t.e. í sama bólki.
Evnini í 1. høvuðsbólki hava eina elektron í ytsta
skali, evnini í 2. høvuðsbólki hava 2 elektronir í
ytsta skali, í 3. høvuðsbólki 3 elektronir o.s.fr.
Hydrogen-jonin
Vit hava nú sæð, hvussu metalini kunnu gera
positivar jonir. Tað kann einfaldasta grundevnið,
hydrogen, eisini gera. Vit minnast, at hydrogen-
atomið hevur kjarna við einari elektron sveim-
andi uttanum.
Tá ið hydrogen-atomið missir elektronina, fáa vit
positivu jonina H
+
, sum man vera týdningar-
mesta jonin í allari evnafrøðini. Hana fara vit at
fáast nógv við í næstu kapitlunum.
1...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...222
Powered by FlippingBook