Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 49

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
47
Reint FeS.
Óbrent
jarnpulvur.
Magnesium brennur við ógvuliga bjørtum ljósi.
Reaktiónstalvan er:
Her er vert at minnast til, at gjørd verða ikki
MgO-mýl. Magnesiumoxid (MgO) er gjørt úr
Mg
2+
-jonum og O
2–
-jonum, sum sita í einum jon-
gittari.
Magnesium reagerar so væl við oxygen, at sjálvt
við oxidið í CO
2
ber til at fáa tað at reagera. Hetta
verður roynt í næstu felagsroynd.
fid, sum ikki hongur uppií magnetini, sí myndir-
nar.
At brenna metal og gera jonsambond
av metali og oxygeni
Vit hava fyrr lært, at evni, sum brenna, reagera
við oxygenið í luftini, t.d. carbon, sum brennur til
carbondioxid:
Nú fara vit at royna at brenna nøkur metal, at tey
kunnu reagera við oxygenið og gera jonsambond,
sí venjing í arbeiðsbókini.
Tá ið tú brendi magnesium, sást tú, hvussu
lættliga tað brann. Tað varð tá gjørt um til hvítt
pulvur, magnesiumoxid MgO. Magnesiumoxid
brúka fimleikarar at turka sveittan av hondunum
við. Tað verður gjørt, so at fingrarnir skulu ikki
hanga fastir, at sleppast kann undan bløðrum.
C + O
2
CO
2
2Mg + O
2
2MgO
2Mg + O
2
2MgO
1...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...222
Powered by FlippingBook