Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 45

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
43
Elektrolýsa
Í undanfarnu felagsroynd sóu vit, at eitt frítt
metal, zink, varð úrskilt og legðist á aðra elek-
troduna, tá ið vit sendu elektriskan streym í-
gjøgnum ein løg. Henda tilgongd verður nevnd
elektrolýsa
. Elektrolýsa verður nýtt, tá ið vit skulu
leggja eitthvørt haldgott evni uttan á metal at verja
tað. Til dømis verður brúkt at leggja krom uttan á
jarn (at kroma).
Felagsroynd. At leggja kopar á zink
Kolstongin við zinkinum á (frá undanfarnu felags-
roynd) verður sett í eitt bikarglas við einari aðrari
kolstong, og ringrásin á myndini verður gjørd.
Einar tvær teskeiðir av koparchloridi, CuCl
2
, verða
loystar í 100 mL av vatni og løgurin latin í bikar-
glasið.
So verður streymur settur til, og tá ið hann hevur
gingið eina løtu, sæst, at eitt tunt lag av kopari
legst á kolstongina við zinkinum á.
Í hesum føri hava positivar kopar-jonir verið í
løgnum, tí koparið verður úrskilt við negativu elek-
Jon-sambond
Evnini zinkchlorid ZnCl
2
og koparchlorid CuCl
2
verða nevnd jonsambond, tí tey eru gjørd úr
jonum. Nógv onnur evni eru gjørd á henda hátt,
t.d. natriumchlorid NaCl, sum er vanligt salt. Í
natriumchloridi eru líka nógvar positivar natrium-
jonir Na
+
og negativar chlorid-jonir Cl
.
Jonsambond eru so statt ikki gjørd úr mýlum. Tey
eru bygd úr positivum og negativum jonum.
Ímillum jonirnar virka elektriskar kreftir, sum
halda jonunum í einum ávísum mynstri.
Positivu natrium-jonirnar og negativu chlorid-jon-
irnar í salti sita t.d. í tí einfalda jon-gittarinum,
sum sæst á myndini omanfyri. Formilin fyri salt
verður skrivaður NaCl, men hetta er ikki eitt mýl.
troduna. Jonirnar vórðu gjørdar, tá ið kopar-atom-
ið misti tvær elektronir. Kopar-jonirnar verða tí
skrivaðar Cu
2+
.
CuCl
2
Mynd av jon-gittarinum hjá
natriumchloridi NaCl.
1...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...222
Powered by FlippingBook