Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 47

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
45
Við hesi jontalvuni kanst tú finna formulin fyri
ymisk jonsambond. Tú skal bara minnast til, at
negativu og positivu løðingarnar altíð skulu vera
líka nógvar í tali. Vit taka nøkur dømi:
1. Zinksulfid.
Zink letur tvær elektronir, og
svávul fær tvær elektronir, sí jontalvu. Tí kunnu
vit skriva:
Formilin fyri zinksulfid verður ZnS.
2. Natriumoxid.
Natrium letur eina elektron, og
oxygen fær tvær elektronir, sí jontalvu. Vit mugu
tí hava tvær natrium-jonir fyri hvørja oxygen-
jon, at løðingin kann ganga upp. Vit skriva tí:
Formilin fyri natriumoxid verður Na
2
O.
3. Aluminiumoxid.
Aluminium letur tríggjar
elektronir, og oxygen fær tvær elektronir, sí jon-
talvu. Nú verður truplari, men hava vit tvey
aluminium-atom, sum lata 2·3 = 6 elektronir, og
trý oxygen-atom, sum kunnu taka ímóti 3·2 = 6
elektronum, gongur roknskapurin upp. Vit skriva:
Formilin fyri aluminiumoxid verður Al
2
O
3
.
Myndirnar vísa, hvussu jonirnar verða
paraðar, so løðingarnar samsvara. Ein
zink-jon og ein sulfid-jon, tvær natrium-
jonir og ein oxid-jon, tvær aluminium-
jonir og tríggjar oxid-jonir.
Positivar jonir
Aluminium: Al
3+
Calcium: Ca
2+
Jarn: Fe
2+
, Fe
3+
Kopar: Cu
+
, Cu
2+
Magnesium: Mg
2+
Natrium: Na
+
Zink: Zn
2+
Negativar jonir
Chlor: Cl
Fluor: F
Oxygen: O
2–
Svávul: S
2–
Zn
2+
+ S
2–
ZnS
2Na
+
+ O
2–
Na
2
O
2Al
3+
+ 3O
2–
Al
2
O
3
1...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...222
Powered by FlippingBook