Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 44

TILGONGDIR ÍMILLUM LUFT, VATN OG METAL
42
Chlor-atomið verður til eina jon
Í chlor-atominum er øðrvísi. Hvørt chlor-atom
kann knýta eina eyka elektron at sær. Tá verður
gjørd ein negativ chlorid-jon við einari negativari
frumløðing. Jonin verður tí skrivað Cl
.
Nú er lætt at skilja, hví zinkchlorid verður skrivað
ZnCl
2
. Tær dupultløddu zink-jonirnar Zn
2+
mugu
jú knýta tvær einkultløddar chlorid-jonir Cl
at
sær, at zinkchlorid-mýlið kann vera nevtralt.
Zinkchlorid er gjørt úr positivum zink-
jonum, Zn
2+
, og dupult so nógvum
negativum chlorid-jonum, Cl
.
Chlor-atom Cl. Chlorid-jon Cl
.
Hví gav felagsroyndin frítt zink og chlor
Vit sóu í felagsroyndini frammanfyri, at zink-
chlorid loyst í vatni var góður leiðari. Tað kemst
av tí, at elektrisku kreftirnar ímillum positivu zink-
jonirnar og negativu chloridjonirnar vikna, tá ið
evnið verður loyst í vatni. Tí loysna jonirnar sundur
og flyta seg runt í vatninum.
Tær positivu zink-jonirnar Zn
2+
verða drignar at
negativu kolstongini, sum hevur avlop av elek-
tronum. Jonin tekur tvær elektronir og verður til
eitt nevtralt zinkatom, sí mynd vinstrumegin.
Tær negativu chlorid-jonirnar Cl
verða drignar
at positivu kolstongini, sum hevur trot á elek-
tronum. Hvør jon letur stongini eina elektron og
verður til eitt nevtralt chloratom. Chloratomini
finna so saman tvey og tvey til chlormýl. Tí bløðr-
ar frítt chlor upp við positivu stongini.
Positivu zink-jonirnar verða drignar at
negativu stongini, og negativu chlorid-
jonirnar verða drignar at positivu kol-
stongini.
1...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...222
Powered by FlippingBook