Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 34

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
32
Myndin vísir, hvussu
bandgeneratorurin virkar.
Hava vit onkran lut úr metali í hondini, tá
ið vit skulu draga neistarnar, merkja vit
næstan ikki tann høga spenningin.
Myndin vísir ein bandgenerator og eina
kúlu, sum hevur elektriskt samband við
fótin á generatorinum. Neisti fer ímillum.
Bandgeneratorurin
Við einum
bandgeneratori
ber til at gera eina
sterka løðing eftir lítlari løtu. Tólið hevur navn
eftir einum gummibandi. Malandi gummibandið
verður annaðhvørt vundið runt við hond, ella ein
lítil elektromotorur dregur tað.
Bandið liggur um eina plexiglasrullu, og tá ið
bandið gníggjar ímóti rulluni, verður tað sum oftast
negativt løtt, og rullan positiv. Tá ið negativa løð-
ingin á bandinum fer um ta ovaru rulluna, loypur
hon yvir á ein stóran metalkupil um ovara enda á
bandinum.
Við niðaru rulluna er eitt metalpetti, sum hevur
samband við fótin á tólinum. Positivt lødda rullan
dregur elektronir frá metalpettinum yvir á gummi-
bandið. Hesar elektronirnar koma í staðin fyri tær
horvnu elektronirnar. Soleiðis ber til at flyta elek-
tronir av fótinum upp á kupilin.
Her streyma
elektronirnar
yvir á kupilin.
Her verður
gummibandið
negativt løtt.
Her fara elektronir-
nar av fótinum
yvir á bandið.
1...,24,25,26,27,28,29,30,31,32,33 35,36,37,38,39,40,41,42,43,44,...222
Powered by FlippingBook