Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 29

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
Hví verða evnini elektriskt lødd, tá ið vit
gníggja tey
Tað eru nú meira enn 100 ár síðani gjørdar vórðu
ógvuliga neyvar málingar at kanna elektriska
løðing. Tað var ógvuliga vanligt tá á døgum at
gera royndir við katodu-strálurørum. Eitt katodu-
strálurør er eitt næstan lufttómt glashylki við
tveimum elektrodum (nakað sum glimlampan).
Tað eydnaðist at vísa, at løðingin stendst av nøkr-
um ógvuliga smáum bitlum,
elektronum
.
Tá ið nú elektronin verður funnin stutt fyri alda-
skiftið 1900, verður greitt, at øll evni hava í sær
elektronir, og at elektronin tí man vera ein partur
av atominum. Tað merkir, at atomið er sett saman
av enn minni pørtum!
Atomini ikki tað minsta, sum til er
Grikska orðið
atomos
merkir »tað,
sum ikki kann verða býtt«. Og rætt
er tað; atomið er tað minsta, vit
kunnu hava av einum evni. Vit hava
áður viðgjørt luft og vatn og mong
onnur evni. Vit lærdu, at evnini eru
gjørd úr mýlum, sum dansa aftur og
fram. Vit lærdu eisini, at mýlini eru
gjørd úr atomum. Vit sóu, at hvørt
grundevni er úr atomum av sama
slag, og at atomini í teimum ymisku
grundevnunum eru ymisk.
Men nú vita vit, at atomini kortini ikki
eru tað minsta, sum til er. Tey eru
gjørd úr kjarna og elektronum, sum
myndin vísir. Hesi eru minni enn
atomini sjálv.
Vatn er gjørt úr
mýlum!
Eitt mýl er gjørt úr
atomum!
Eitt atom er gjørt úr
einum
atomkjarna
og
elektronum!
27
1...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...222
Powered by FlippingBook