Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 19

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
17
fer á gólvið, er ógvuliga umráðandi at savna allar
kyksilvurdroparnar upp aftur av gólvinum, tí
kyksilvurdampur er eitrandi.
Jarn – hentasta metalið
Jarn rustar illa. Tí er tað ikki reint evni í náttúr-
uni, men bara sum evnasamband við onnur evni.
Vit fara nú at kanna, hvat kann hugsast at hava
ávirkan á, hvussu skjótt jarn rustar.
Felagsroynd. Nakrar orsakir, hví jarn
rustar
5 jarnseymir verða lagdir í hvør sítt royndarglas.
Glas nr. 1 lata vit vera, sum tað er. Jarnið hevur
Vit kanna orsakir, hví jarn rustar.
bara samband við luftina. Í glas nr. 2 lata vit
demineraliserað vatn, í nr. 3 kranavatn og í nr. 4
sjógv. Í glas nr. 5 lata vit kókað vatn, t.e. vatn,
sum luftin er kókað úr. Hetta glasið skal vera
heilt fult, og ein proppur skal verða settur í
glasið, at luftin skal ikki sleppa at tann vegin.
Gløsini verða nú sett til viks í eina viku. Tá ið ein
vika er farin, verða seymirnir kannaðir at vita,
hvussu er við rusti.
Luft
Demineraliserað
vatn
Kranavatn
Sjógvur
Kókað vatn
1
2
3
4
4
1...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...222
Powered by FlippingBook