Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 20

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
18
Loftsteinurin Agpalilik varð funnin í
Grønlandi í 1963 og fluttur til Dan-
markar í 1967. Hann er til skjals í
garðinum uttan fyri Geologisk
Museum í Keypmannahavn.
Agpalilik, sum vigar um 20 tons, er
eitt av 8 pettum – sum til samans
viga 58 tons – av loftsteininum
Cape York, sum datt niður nærindis
Thule í Grønlandi í forsøguligari tíð.
Størsta pettið, sum vigar 31 tons,
fann pólgranskarin Robert E. Peary
í 1895. Tað varð flutt til New York.
Agpalilik er sagaður av um tvøran.
Her sæst í benið. Tilfarið í loftstein-
inum er umframt jarn, 8% nikkul, 0,5%
cobalt og eitt vet av svávuli og fosfori.
Agpalilik er »einkrystallur«, t.e., at
óslitið samband er ímillum atomini í
honum, úr enda í annan. Hetta sigur
okkum, at hann hevur verið ógvuliga
væl bjálvaður, tá ið hann í síni tíð
storknaði. Kanska hevur hann sitið
inni í onkrari smástjørnu, sum seinni
er farin í sor. Á veg niður ígjøgnum
lofthavið um Jørðina er bara tað
uttasta bráðnað og seinni storknað
aftur. Innií er steinurin óskalaður og tí
forvitnisligur hjá vísindafólki at
granska.
Felagsroyndin vísir, at jarn rustar bara, tá ið tað
hevur samband
bæði við luft og vatn
. Í sjógvi
rustar tað serliga skjótt.
Hóast henda vansan við rusti hevur jarn verið
brúkt nú í eini 5 000 ár. Úr Egyptalandi og Báby-
lon vita vit, at menniskjan lærdi tíðliga at brúka
jarnið úr rúmdini
, t.e., at tey brúktu jarn úr loft-
steinum* til amboð og vápn.
Eini 3 000 ár eru liðin, síðani fólk lærdu at gera
jarn í størri mongdum. Og enn í dag er jarnið tað
metalið, vit brúka mest. Neyðugt er tó at verja
jarnið væl, t.d. við máling, annars rustar tað skjótt.
1...,10,11,12,13,14,15,16,17,18,19 21,22,23,24,25,26,27,28,29,30,...222
Powered by FlippingBook