Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 23

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
21
Tað er oftast lættari at bræða sambræðingar, enn
evnini, tær er gjørdar úr. Sambræðingar hava
lægri bráðmark. Til dømis er bráðmarkið hjá tini
232°C og hjá blýggi 328°C, men hjá lodditini
(sambræðing av blýggi og tini) er tað bara um
200°C.
Eina serstøðu hevur
Woods metal
. Tað er sam-
bræðing av tini, blýggi, cadmium og bismuth. Øll
hesi metalini hava bráðmark oman fyri 200°C,
men sambræðingin bráðnar longu, tá ið hitin er
um 70°C. Woods metal verður brúkt í sprinkl-
araventilum til eldsløkking. Tá ið eldur kemur í,
bráðnar sambræðingin í endanum á ventilinum,
og vatnið sprænir úr og sløkkir eldin.
Lodditin, sum vit brúka at lodda við,
er sambræðing av blýggi og tini. Tað
hevur væl lægri bráðmark enn evnini,
tað er gjørt úr.
tá ið tey blandaðu ein serligan málm (við tini í)
upp í koparmálmin.
Nú á døgum brúka vit nógv rustfrítt stál. Tað er
sambræðing av jarni og einum sindri av nikkul og
krom. Rustfrítt stál er ógvuliga hart og er ein góð
loysn, har sum ætlanin er at sleppa undan rust-
pláguni. Til dømis verður tað brúkt til ymisk
køksamboð, á fiskavirkjum og til ymist á bátum
og skipum.
Tannlæknar brúka viðhvørt gull at seta í tenn. Men
reint gull er so bleytt, at neyðugt er at blanda kop-
ar og silvur uppí.
Tær vanligu silvurlittu tannfyllingarnar eru eisini
sambræðingar. Tilfarið í teimum er silvur, tin og
kyksilvur. Sambræðingar við kyksilvur verða
nevndar
amalgam
.
Myntir verða eisini gjørdir úr sambræðingum.
Myntirnir skulu vera harðir, og teir mugu heldur
ikki rusta.
Í talvuni niðanfyri eru nevndar ymsar sambræð-
ingar, og hvat tær verða brúktar til:
bronsa
messing
stál
rustfrítt stál
lodditin
amalgam
prýðisgull
prýðissilvur
kopar, tin
kopar, zink
jarn, mangan, silicium, kol
jarn, krom, nikkul
blýggj, tin
silvur, kyksilvur, tin
gull, kopar
silvur, kopar
amboð,
standmyndir
blásiljóðføri, ásløg,
ljósastakar
maskinur, skip, bilar
etingaramboð,
stálvøsk o.a.
at lodda við
tannfyllingar
prýðislutir
prýðislutir
Sambræðing Tilfar
Brúk
1...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...222
Powered by FlippingBook