Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 18

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
16
Fornaldarmetalið kopar
Kopar er helst fyrsta metalið, sum menniskjan
hevur lært at gera.
Fyrst hava tey nýtt reint natúrkopar. Tað er kopar,
sum summstaðni verður úrskilt í jarðarskorpuni í
serligum evnafrøðiligum tilgongdum. Seinni hava
tey lært at vinna kopar úr koparmálmi, t.d. úr
grønum malakit.
Kopar hevur verið gjørt á henda hátt: fyrst hava
tey grivið eitt hol í jørðina. Í holið hava tey lagt
træ og fest eld í. Tá ið viðurin var brendur til
gløðandi trækol, hava tey lagt smá petti av mala-
kit í eldin. Úr malakittinum verða tá úrskildir
smáir dropar av reinum kopari. Tá ið eldurin var
sloknaður, kundu tey úr øskuni savna kopar-
droparnar, sum tey seinni kundu bræða saman.
Reint kopar er reytt á liti og rættiliga bleytt. Til
amboð hevur tað ikki verið brúkt, men mest til
skreytlutir. Kopar er ikki dýrur málmur, og tað
legst skjótt á tað. Blanka ýtan kámast skjótt og
verður myrk á liti. Tað er, tí at koparið uttaná ger
evnasambond við onnur evni.
Nú á døgum brúka vit mest kopar til elektriskar
leidningar, tí tað leiðir so væl streym. Eisini
verður tað brúkt til vatnrør.
Umframt kopar vistu tey í fornøld eisini um
metalini kyksilvur, blýggj og jarn.
Blýggj – tað bleyta metalið
Blýggj er myrkagrátt á liti og ógvuliga bleytt
metal. Tað hevur verið brúkt til vatnleiðingar,
men nú verður tað mest brúkt í akkumulatorum;
tí eru teir so tungir. Blýggj er eitrandi evni, og
akkumulatorar eiga tí ikki at verða tveittir burtur
sum annað rusk. Teir skulu latast inn, har sum
teir (ella nýggir akkumulatorar) verða keyptir.
Teir verða so fyribeindir soleiðis, at blýggið í
teimum dálkar ikki umhvørvið.
Kyksilvur – flótandi metal
Kyksilvur er einasta metalið, sum er flótandi í
innihita (20°C). Tað storknar, tá ið hitin er -39°C.
Nú verða ofta brúkt termometur við spritti í, men
kyksilvur hevur verið nógv brúkt í termometrum.
Brotnar eitt kylsilvurtermometur, og kyksilvur
1...,8,9,10,11,12,13,14,15,16,17 19,20,21,22,23,24,25,26,27,28,...222
Powered by FlippingBook