Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 21

METAL, SUM ERU HENT AT HAVA
19
Loftsteinurin Savik 1 er eisini til skjals í
garðinum uttan fyri Geologisk Museum.
Eisini hesin steinurin er úr Cape York-
økinum í Grønlandi. Í øldir brutu
grønlendingar petti av honum at hava til
amboð og vápn. Í 1913 sá Knud
Rasmussen steinin, og í 1925 varð hann
latin savninum í Keypmannahavn.
Tilfarið er mest jarn, og steinurin vigaði
upprunaliga 3 401 kg.
* Loftsteinar
Sjáldan skalt tú eitt myrkt kvøld í
góðum sýni eygleiða stjørnuhimmalin
meira enn fáar minuttir, fyrr enn tú
sært stjørnuskot (meteor). Ein ljósrípa
fer við ferð eftir luftini, sæst eina løtu
og hvørvur. Hetta eru flogsteinar
(meteoroids), t.e. smásteinar og jarn-
petti, sum koma inn í lofthavið. Flestir
eru so smáir, væl minni enn høgl til
støddar, at teir kóka burtur av
gníggingini í luftini, so heitir verða teir.
Tá ið flogsteinar eru só stórir, at teir
ikki guva burtur í lofthavinum, men
detta niður á Jørðina, verða teir
nevndir loftsteinar (meteorites). Teir
eru tá svidnir ella hava storknaða
skorpu, sum bráðnaði ovari í
lofthavinum. Mangan bresta teir av
hitanum, men niðari í lofthavinum
kólna teir skjótt.
Loftsteinar verða flokkaðir eftir
tilfarinum, teir eru úr: steinsløgum ella
jarni við einum sløði av nikkuli í. 12.
februar í 1947 datt stórur loftsteinur
niður eystarlaga í Sibiria. Hann var av
jarni og vág um 70 tons. Í lofthavinum
brast hann og fór í sor. Størsta pettið
vá 1745 kg.
Onkuntíð hava loftsteinar skalað hús,
men um mannskaða er bara eitt
dømi. Tað var í 1954 í Alabama í
USA, at ein loftsteinur, sum vá 11
pund, kom niður ígjøgnum tekjuna og
í eitt kamar, har sum ein kona lá og
svav. Konan brendist nakað um
mjødnina. Í Føroyum vita myndug-
leikarnir ikki um nakran loftstein.
Týðulig tekin eru um, at stórir
loftsteinar onkuntíð hava rakt Jørðina
og givið henni stór arr. Tey størstu eru
í Sibiria (75 km í tvørmál) og í
Kanada (60 km í tvørmál).
1...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...222
Powered by FlippingBook