Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 26

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
24
Nerta vit ein negativt løddan lut við
einari glimlampu, gløðir tann parturin,
sum er næstur lutinum.
Nerta vit ein positivt løddan lut við einari
glimlampu, gløðir tann parturin, sum
vendir frá lutinum.
At løða við gnígging.
Tvey sløg av elektriskari løðing
Royndin vísir, at tað sama er ikki hent báðum
plátunum, tá ið tær vórðu settar til kelduna. Vit
siga, at pláturnar eru vorðnar
elektriskt løddar
.
Plátan, sum hevði samband við negativa pólin,
hevur fingið
negativa løðing
, og plátan, sum
hevði samband við positiva pólin, hevur fingið
positiva løðing
.
Royndin vísir eisini, hvussu ein glimlampa kann
verða brúkt at vísa, um ein løddur lutur hevur
negativa ella positiva løðing, sí myndir niðanfyri.
At løða við gnígging
Lutir úr isolerandi tilfari kunnu vit ikki løða við
streymkeldum, men longu í fornøld vistu tey, at
ávís evni, t.d. rav, verða lødd, tá ið vit gníggja tey
(í venjing 3 í arbeiðsbókini hevur tú høvi at royna
hetta). Upprunin til orðini elektron og elektriskur
liggja í hesum, tí rav eitur á grikskum »electron«.
Ber eisini saman við heitið ravmagn.
Felagsroynd. At løða við gnígging
Gníggja eitt plastrør við filti og flyt so glimlamp-
una eftir rørinum. Tá sæst, at rørið hevur fingið
negativa løðing.
1...,16,17,18,19,20,21,22,23,24,25 27,28,29,30,31,32,33,34,35,36,...222
Powered by FlippingBook