Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 31

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
29
Atomini eru ymisk frá grundevni til grundevni.
Munurin er rætt og slætt talið á positivum løð-
ingum í kjarnanum. Tí hava vit sett eitt nummar
á hvørt grundevni. Hetta
atom-nummar
er talið á
positivu frumløðingunum í atomunum. Hetta er
eisini talið á elektronunum, sum sveima um kjarn-
an í nevtrala atominum.
Hydrogenatomið hevur 1 positiva frumløðing í
kjarnanum og 1 elektron uttanum. Hydrogen fær
nummarið 1.
Heliumatomið hevur 2 positivar frumløðingar í
kjarnanum og 2 elektronir uttanum. Helium fær
tí nummarið 2.
3. grundevnið er lithium. Lithiumatomið hevur 3
positivar frumløðingar í kjarnanum og 3 elek-
tronir uttanum. Lithium fær tí nummarið 3.
Í náttúruni eru grundevni upp í nummar 92. Evni
nummar 92 er uran. Atomið hevur 92 positivar
frumløðingar og 92 elektronir.
Nú á døgum kunnu granskarar gera »nýggj grund-
evni« í framkomnum atom-kanningarstovum. So-
leiðis hevur higartil eydnast at gera atom upp í
nummar 116.
Aftast í hesi bók er eitt yvirlit yvir øll grund-
evnini, vit vita um. Vit nevna hetta
grundevna-
skipan Mendelejevs
. Dmitri Ivanovich Mendelej-
ev (1834-1907), sum var russiskur evnafrøðing-
ur, var fyrstur at seta grundevnini upp í serstaka
talvu. Um leið 1860 helt hann, at brúk var fyri
nýggjari lærubók í evnafrøði. Meðan hann fyri-
reikaði nýggju bókina, plagdi hann at skriva upp
eginleikarnar hjá teimum 60 tá kendu grundevn-
unum á kort. Tá hesi kort vórðu løgd á serligan
hátt, varnaðist Mendelejev, at ein ávís skipan
kom í. Evni, sum standa í sama bólki, hava líkar
eginleikar.
Mendelejev hevði grundevnaskipan sína lidna í
1868. Hetta var eitt satt bragd, tí nógv grundevni
vóru als ikki funnin tá. Men eftirsíðan eru holini
í skipanini fylt eitt fyri og annað eftir, so hvørt
nýggju evnini eru funnin, og fleiri ferðir hevur
skipanin verið brúkt at gera forsagnir um egin-
leikarnar hjá evnum, sum enn ikki vóru funnin.
Í grundevnaskipanini kanst tú leita eftir evnunum,
tú kennir. Tú sært evnafrøðiliga teknið hjá evni-
num, atom-nummarið og navnið.
Hydrogen-atomið.
Helium-atomið.
Lithium-atomið.
Uran-atomið.
1...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...222
Powered by FlippingBook