Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 39

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
37
Í bilum er gnígging ímillum dekk og asfalt. Tá ið
vit so fara úr bilinum ein góðan summardag, og
luftin er turr, kunnu vit fáa stoyt. Summir bilar
hava metalreim hangandi undan botninum niður
á vegin, so bilurin støðugt verður avløddur. Ein
annar máti, at sleppa undan stoyti, er at halda fast
í bilhurðina, tá ið vit stíga úr bilinum, so hann
verður avløddur ígjøgnum okkum.
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...222
Powered by FlippingBook