Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók - page 25

FRÁ ATOMUM TIL SNARLJÓS OG TORU
23
Elektriskur streymur og bygnaðurin í
atomum
Tá ið toran slær niður, gongur elektriskur streym-
ur ígjøgnum luftina eitt stutt bil. Streymstyrkin er
ógvuliga stór, og frígjørda orkan somuleiðis. Hit-
in verður so nógvur, at eldur kemur í, og nógva
orkan kann gera skaða á annan hátt eisini.
Tá ið vit dagliga nýta eltól, verður orka eisini
flutt, men ikki so ógvusliga, sum tá ið toran
gongur. Soleiðis fáast perur, motorar og elovnar
at virka.
Men hvat er tað, sum gongur í leidningunum? Og
hví gongur streymurin lættliga í metali, men ikki
í glasi, postalíni ella turrum træi?
Hesir spurningarnir vórðu svaraðir fyri um leið
100 árum síðani, tá ið granskarar avdúkaðu bygn-
aðin í atomunum.
Felagsroynd. Munurin á pluss og minus
Tvær metalplátur verða klæddar við tunnum
plastfilmi øðrumegin. Pláturnar verða spentar
upp, og ein javnspenningskelda verður sett á tær,
sum myndirnar vísa. Spenningurin er eini 25 V.
Tak nú leidningarnar úr pólstongunum og sløkk
kelduna. Ansa eftir ikki at nerta pláturnar, tá ið
tær verða fluttar sundur.
Pláturnar verða klæddar við plastfilmi
øðrumegin. Filmurin verður settur fastur
við klistribandi.
Streymur kann ikki ganga ímillum
pláturnar, tí plastfilmurin isolerar.
Spurningurin er, um nakað kortini
er hent við plátunum.
Nerta vit plátuna, sum
hevði samband við
pluss-pólin, við
glimlampuni, lýsir tann
parturin, sum vendir frá
plátuni.
Nerta vit nú við plátuna,
sum hevði samband við
minus-pólin, við einari
glimlampu, lýsir tann
parturin, sum er næstur
plátuni.
1...,15,16,17,18,19,20,21,22,23,24 26,27,28,29,30,31,32,33,34,35,...222
Powered by FlippingBook